Fiskamarknaður Føroya væntar, at eini 4-5 línuskip koma inn at landa mánadagin.
Tvey skip koma undan Íslandi, og veiðan er mest svartkalvi og toskur. Trý skip koma undan Føroyum, og hjá teimum er meginparturin av veiðini longa og nakað av brosmu. Væntandi verður eisini nakað av svartkalva frá tí eina skipinum, sum roynir undir Føroyum.
Seinni í næstu viku væntar marknaðurin eini 3-4 línuskip aftrat. Veiðan hjá teimum verður helst ein blandingur av svartkalva, longu og brosmu.
Um útróður verður sagt, at veðrið helst verður gott, men streymurin er ikki so góður. Tí er ivasamt, hvussu verður við útróðri í vikuni. Væntandi verður helst nakað av hvítingi og kalva.
Fiskiskapurin hjá partrolarunum er einki serligur, men skipini landa helst, sum vikan gongur. Væntandi er ikki, at nakar djúpvatnstrolari, sum er á upsaveiði, landar í næstu viku.
Í dag lógu allir trolbátarnir inni, men teir fara helst útaftur, tá veðrið batnar.
Bara eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at teir koma inn at landa seint í komandi viku, og tá verður givist at fiska við gørnum fyri summarið.