Finnur Lómstein er tann, ið hevur drúgvastu royndirnar í fyrisiting innan loftmiðlar í Føroyum. Hann byrjaði sum skrivstovumaður í útvarpinum 1. apríl 1963 og gjørdist seinni leiðari á fíggjar- og fyrisitingardeildini har. Hann var í útvarpinum í 21 ár, til hann í 1984 fekk starv í nýstovnaða almenna sjónvarpinum.
Finnur gjørdist soleiðis ein teirra, sum var við til at byggja føroyska sjónvarpið upp frá grundini av. Hann varð settur sum fíggjarleiðari, tá stovnurin byrjaði sítt virksemi, og eftir at sjónvarpið seinast í 90?unum varð umskipað, gjørdist Finnur fíggjar- og fyrisitingarleiðari á stovninum. Sjónvarpsframleiðsla er soleiðis háttað, at hon kann spjaða seg í ymsir ættir og ofta kann verða ringt at vita, hvat fer at henda, tá tú fert undir eina framleiðslu. Hetta ger hana eisini torføra at fáa tak um, tá tað kemur til fíggjarligu stýringina. Finnur hevði framúr góð evni at savna træðrirnar, varðveita yvirlitið og at skipa tær mannagongdir og seta teir karmar, sum vóru neyðugir til tess, at virksemið ikki kollsigldi. Hann var ikki sum so maðurin, ið sat á kassanum. Men hann var tann, sum til eina og hvørja tíð kundi siga hinum á stovninum, hvat var til taks av peningi og hvat var ráðiligt at nýta. Hesi evni vóru ein góður stuðul hjá skiftandi stjórum og deildarleiðarum gjøgnum árini. Finnur var ein loyalur og réellur - men eisini kontantur- ráðgevi tá tað kom til at stýra Sjónvarpi Føroya fíggjarliga. Tað gekk sjón fyri søgn, at saknur var í manninum, tá hann var í farloyvi tíðarskeiðið frá 1998-2000.
Sjónvarpið hevur øll árini verið merkt innanhýsis av bæði litrikum, harðmæltum og sjónligum persónligheitum. Finnur var afturímóti ein maður, sum var stillur í medferð. Kortini hvarv hann ikki burturímillum í hópinum. Hann átti ein myndugleika sum skein ígjøgnum uttan hóvasták. Og eingin í sjónvarpinum var so rebelskur og harðmæltur, at hann ikki tagdi og lurtaði, tá Finnur tók orðið.
Undirritaði sjálvur náddi at samstarva við Finn sum fíggjar- og fyrisitingarleiðara í knappliga eitt ár. Eg upplivdi hann sum ein persón, ið var sera nærlagdur og nágreiniligur í sínum arbeiði og ótrúliga opin og lættur at samstarva við. Hann var eingin konservativur maður, tá tað kom til arbeiðið. Hóast hann taldist millum teirra, sum hava verið longst í leiðslu stovnsins, varð hann kanska tann, ið var fúsastur at fara undir um- og nýskipanir av stovnsins framleiðslu og bygnaði. Men tann nógv viknaða heilsan gjørdi, at hann á heysti í fjør valdi at siga leiðsluábyrgdina frá sær og heldur fór at arbeiða við minni krevjandi uppgávum.
Vit í Sjónvarpi Føroya fara at sakna at hava Finn Lómstein ímillum okkum. Vit hava mist ein starvsfelaga, hvørs minni, ið tað altíð fer at standa virðing um her á stovninum.
Vit senda okkara djúpastu samkenslu til tykkum avvarðandi, sum eftir sita, til tín Jórun, og tykkum døtrarnar Eriku, Onnu, Birgit og Doru.
Friður verið við minninum um Finn Lómstein.
Tórshavn, tann 3. september 2003.
Vegna Sjónvarp Føroya,
Mikkjal Helmsdal,
sjónvarpsstjóri.