Nøkur minningarorð um Óluvu Hentze úr Skúgvi

Sunnudagin 7. juni komu deyðsboðini um Óluvu.

Fyri okkum, ið kendu Óluvu væl og stóðu henni nær, komu boðini ikki óvæntað, tí vit vistu hvussu hættisliga sjúk hon var. Óluva bar sjúku sína við einum ómetaligum stórum tolsemi, men eingin ivi mundi vera um, at hon til síðst væl visti, hvør ið fór at vera við yvirlutan, og sárur er saknurin, nú ið hon er farin.


Óluva varð fødd og vaks upp í Skúgvi. Ein av útoyggum okkara, sum í barna- og ungdómsárum hennara var rættiliga avskorin og uttan iva man tað vera so, at hetta einsemi í ein vissan mun hevur elvt til sjálvsálit og sjálvbjargni. Tí bæði sjálvsálit og sjálvbjargni eyðkendu Óluvu.


Onkuntíð kundi tykjast, at hon heldur átti at verið ein harðbalin drongur enn ein vanlig genta. Ikki so sjálvdan í lundatíð á hásumri sást Óluva koma klintrandi niður ígjøgnum Skortaliða við lundastong í hendi, tók rókina omanfyri Navatanga, og helt so eftir rásini vestur ígjøgnum niðaraberg og kannaði, um ikki onkur lundasessur var tøkur. Teir eru allir niðast í upsini, har steyrrætt berg er niður í sjógv.


Somuleiðis var í líratíð. Henda veiða fer fram á náttartíð við lummalykt í kolasvartari niðu. Men hesum umstøðum firnaðist Óluva ikki fyri. Tí hetta skuldi eisini roynast.


Beiggi hennara lat gera ein fittan árabát. Níggju alin var hann ímillum stavnarnar, so støddin hevur verið á leið sum á tríbekki. Ikki so sjálvdan fekk hon onkran at hjálpa sær við at flota bátin, so hon kundi nýta kyrrindini og fáa eitt kók. Hetta var í hennara ungdómsárum.


Soleiðis var eisini hendan dagin, ið eg til stuttleika kann nevna. Veðrið var av tí besta, og snimma á morgni var ein av okkara bestu útróðramonnum farin á flot við sínum stóra og vælútgjørda báti og helt vestur í Sandshavið. Hann sigldi mið á miði henda góða dag, men veiðan gjørdist tveir brosmukálvar og nakrir fáir smáseiðir. Langt út á seinrapartin kom hann aftur at landi, og sum vanlig er á slíkum plássum, vóru altíð fleiri hendur, ið hjálptu til at fáa bátin aftur á støðna. Veiðina vildi eingin nevna, men tá ið hann vendi sær á, og sær eina fitta fiskarúgvu liggja á helluni undir skutinum á hesum tríbekkinum, spurdi hann um nakar hevði verið á floti. Jú, var svarið, Óluva hjá Kjartan, hevði verið út fyri landi um kyrrindini. Hvussu orðini fullu minnist eg ikki, men hann helt hetta vera eina undarliga verð.


Í 1997 kom Óluva í kirkjuráðið í Vesturkirkjuni. Og tá ið Mary Persson legði frá sær sum kirkjuverji, valdi kirkjuráðið Óluvu í hennara stað. Og í hesum starvi hevur Óluva víst sama lyndi og sama arbeiðssemi. Hennara lutur lá ongantíð eftir. Tað ið hon játtaði at gera, varð gjørt. Altíð væl uppløgd og við einum smíli. Vit, ið enn eru í kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni koma at sakna Óluvu ógvuliga nógv. Tað, ið varð lagt í hennara hendur at taka sær av, var altíð í góðum hondum.


Góðu tit, Hendrik, Tórður og Sjanna. Størstur er saknurin og missurin hjá tykkum, men lati ikki sorgina taka alla tykkara lívsgleði og megi, men líti á Harran og biði hann um hjálp og styrki. Tey ráðini hevði Óluva eisini givið tykkum.


Friður verið við minninum um Óluvu.


Sjúrður