Sólborg Dulavík
---
Tað sum fekk meg at skriva lesarabrævið vóru tey hagtøl, sum koyrdu øll samkynd í ein bólk, nýtt vóru orðini tey samkyndu og síðan kom reksan av teirra lívsførslu.
Eg havi verið 17 ár á einum arbeiðsplássi har eg møtti hundratals menniskju, ikki ein av teimum vóru eins, øll høvdu sína egnu søgu. Hvat um eg nú brúkti eina kanning sum eg so smoygdi niður yvir øll – hevði tað verið virðuligt?
At tú ikki kennist við tað eg skrivið, havi eg ilt við at trúgva. Síðan leggur tú eftir mær og skýrir meg fyri at eg skrivi niðrandi greinar og at tað klæðir mær illa. Hettar kann so standa fyri tína rokning. Um tú hyggur eftir teimum mongu viðmerkingurnum sum hava verið til mína og tína grein, eru vit mong í tali sum hava sama hugsjón sum eg um hesi viðurskiftir.
So leingi eg livi og orki, ætli eg mær at brúka tali og skrivifrælsi.