Nøkur orð um heitið MÁLMØRK

Av tí at hvørki útvarpið hjá Kringvarpinum ella Dimmalætting evnaðu at endurgeva heitið á nevndarálitinum hjá málstevnunevndini rætt, fari eg vinaliga at biðja um innivist fyri hesi stuttu frágreiðing:

Tað man ikki vera óvæntað, at málnevndarálit fáa heiti, ið spæla við orð. Álitið hjá svensku málnevndini eitur ”Mål i mun”, 2002, og ”Sprog på spil” nevndi danska málnevndin sítt álit, sum kom í 2003.

 

Málstevnunevndin viðgjørdi nøkur uppskot til heiti og gjørdi av at nevna álitið ”Málmørk”. Her verður stutt greitt frá heitinum, og tá er tað vituliga seinni liður, sum hevur áhuga:

 

Sambært ”Føroyskari orðabók” eru tvey orð, sum í eintali ella fleirtali skrivast mørk: hvørkikynsorðið eitt mark – fleiri mørk og kvennkynsorðið ein mørk – fleiri markir

 

Fyrra orðið

mark – mørk (hv)

hevur fimm týdningar:

 

1 kennimerki

2 skil ímillum øki

3 tað at galda ella hava gildi

4 endamál, markmið

5 avmarking

 

Viðvíkjandi 1. týdningi er at siga, at hvør einstakur við máli sínum sigur okkurt um seg sjálvan, um hvaðan hann er (málføri), úr hvørjari samfelagsstætt (sosiolekt), um viðkomandi er ungur ella gamal, kvinna ella maður, útbúgvin ella ikki, o.s.fr.

 

2., 3. og 5. týdningur sipa til hetta at seta mørk, og tað gera vit í málsligum viðurskiftum: t.d. viðvíkjandi rættskriving, millum skriftmál og talumál, millum føroyskt og onnur mál.

 

Endiliga kann mørk eisini vísa til 4. týdning: endamál.

 

Seinna orðið

mørk – markir (kv)

hevur ein týdning: skógur.

 

Og í hann kunnu vit leggja so mangt: tað grør um gangandi fót, trøini myndandi orð, setningar ella orðavendingar o.s.fr.

 

Við nýggjárskvøðu!