Nøkur orð um tað, sum varð sagt 1. mai

Síggi at Jóannes Eidesgaard hevur hug at fýlist á, at vit sum hildu røðu 1. mai, ikki søgdu nakað um Arbeiðsloysisskipanina. Hevði hann lurtað eftir røðuni, ið var hildin á seglhúsloftinum á Tvøroyri, hevði hann eisini hoyrt nøkur góð orð um Arbeiðsloysisskipanina

Eg skilji ikki, hví Jóannes Eidesgaard í grein sínari »Nøkur orð um tað, sum ikki varð sagt 1. mai« m. a. sigur: »… Sama kvøldið skipaði Javnaðarflokkurin fyri 1. maidagshaldi á Seglloftinum hjá Thomsen á Tvøroyri, har eisini formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag helt røðu. Men aftur her var tað tað, sum Ingeborg ikki segði, sum undraði meg meira, enn tað, sum hon segði…

Meg undraði tað stórliga, at hesir røðarararnir 1. mai ikki so frægt sum nevndu sína egnu skipan… Eg saknaði, at hesar røður frøddust um eina skipan, sum veruliga kann hjálpa, tá á stendur - eisini hjá teirra egnu limum. Ein skipan, sum í dag man teljast millum tær bestu í okkara parti av heiminum…

Uttan mun til, hvat varð sagt ella ikki, so eri eg sannførdur um, at ALS er ein tann frægasti varði, sum er lagaður í føroysku arbeiðsmarknaðarsøguni. Hon hevði nøkur góð orð uppiborið.

Hví kunnu vit ikki onkuntíð frøast um tað positiva, sum hóast alt er hent, heldur enn bara at leita eftir tí negativa.«

 

Røðan 1. mai

Um Jóannes Eidesgaard hevði lurtað eftir røðuni, so hevði hann eisini hoyrt, at eg m.a. segði at:

»Fara vit bara nøkur ár aftur í tíðina, var tað óhugsandi at verkafólk hevði trygging við sjúku, deyða og 67 ára aldur ella at felag teirra hevði eina eftirlønargrunn sum tey vóru partur av.

Eg kann nevna ALS, ið var tað størsta sosiala framstigið síðan fólkapensjónin kom í 1959. Og Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðargrunnurin var eisini eitt stórt framstig, sum nú ger veruligan mun fyri okkara fólkapensjónistar.

ALS skipanin verður nú broytt, so tað verða munandi batar fyri tey arbeiðsleysu. Arbeiðsmarknaðurin hevur havt ábyrgdina av ALS øll árini og hevur tað riggað sera væl, sjálvt um partarnir hava ymisk sjónarmið, hevur man altíð megna at funnið eina semju í stýrinum fyri ALS.

So nakað er komið av skafti, sjálvt um vit ikki eru komin á mál – men tað koma vit nokk ongantíð…«

 

Framtíðin

Eg haldi, at vit skulu frøast um tey jaligu framstig, ið hend eru í samfelagnum , men sum fakfeløg mugu vit eisini vera á varðhaldi og tala at vegna okkara limir, vegna pensjónistarnar, fyripensjónistarnar, tey arbeiðsleysu, teir støku uppihaldararnar og aðrar sosialar bólkar.

Kanska lurtaði Jóannes Eidesgaard ikki ordiliga eftir røðuni 1. mai, tí at eg eisini fanst at tí høgrasnæring, ið Javnaðarflokkurin hevur gjørt seinastu árini.

Vit hava havt nøkur ár við stórum vøkstri, men tíverri er hesin vøksturin ikki komin øllum borgarum nóg væl til góðar. Nú tá ið tað rekur hart á, vísir tað seg tíverri, at sparingar fyrst raka tey veiku í samfelagnum, ið ikki eiga eina sterka rødd í almenna rúminum.

Hesa rødd, mugu vit fakfeløg hava, og tí ber ikki til at standa eintýðugt og frøast 1. mai, tí tað er nógv eftir á láni til at náa tað góða samfelagið fyri øll.