Nøkur trø máttu lúta

Føroya elsta ask í urtagarðinum hjá ALS yvirlivir, og stjórin Ernst Jacobsen vónar inniliga, at elsta elmin eisini hórar undan

Urtagarður

 

Húsið hjá Arbeiðsloysisskipanini stendur við Tinghúsvegnum í einum meira enn 100 ára gomlum urtagarði.

Tá ið Arbeiðsloysisskipanin fyri nøkrum døgum síðan fekk fólk at meta um trøini, vóru tað fólk, sum hildu, at nú ruku øll trøini.

Men soleiðis er als ikki.

- Vit sóu, at har vóru fleiri sjúk trø og settu okkm í samband við fyritøkuna Vøkstur fyri at fáa eina meting av, hvørji trø kundu varðveitast, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á ALS.

Býargartnarin kom eisini uppí, og hann bønaði um, at teir royndu at varðveita gomlu elmina, sum er líka gomul sum aksin. Og tað er gjørt.

Har eru eisini nøkur vøkur ahorntrø, sum hava tað avbera gott.

Men roynitrøini kundu ikki bjargast, tí tey trøini liva lítið longur enn í 100 ár. Tey vóru holut innan, og tað er bara takkað verið, at so veðurgott er við Tinghúsvegin, at tey ikki eru dottin og møguliga gjørt skaða.

Gartnarin Annleyg Patursson hevur eisini ráðgivið um urtagarðin og planturnar.

- Urtagarðurin var ikki friðaður, men sjálvandi hava vit virðing fyri urtagarinum og gomlu trøini, sum tey flestu kunnu varðveitast.

Ernst Jacobsen væntar, at urtagarðurin fer at verða væl vakrari, tá ið Vøkstur er liðugur við arbeiði sítt. Nú nøkur trø eru kappað niður, og onnur eru skorin nakað niður fyri at bjarga teimum, verður væl ljósari, og tað er tí ikki óhugsandi, at okkurt annað verður plantað aftrat.

 

Verður ljósari

- Her hevur verið so myrkt, at næstan bara trøllakampar, hvannir og onkrar botnplantur hava yvirlivað.

Ernst Jacobsen er fegin um, at gamli elmurin verður bjargaður. Frammanundan hevði hann smáar vónir, tí tað dryppaði nakað kleiggj úr trænum. Mn nú er elmurin skorin nakað niður.

Greinarnar á onkrum av trøunum vaska langt tinn í garðin hjá grannanum. Ernst Jacobsen hevur spurt grannarnar, hvat teri siga, og grannarnir hava einki ímóti hesum greimum, tí trøini eru so vøkur.

- Eg vænti, at urtagarðurin verður nógv vakrari nú, sigur Ernst Jacobsen.