Nú letur stórur partur av Danmark upp aftur

Tað er nú møguligt at fara á listasavn og í biograf aftur í Danmark, og tey ungu sleppa eisini skjótt í skúla aftur

Í gjár var ein langur dagur hjá danska Fólkatinginum. Floksformenninir samráddust í góðar 10 tímar um, hvussu danska samfelagið skal latast enn meira upp, nú aftaná tað hevur verið afturlatið í tveir mánaðir orsakað av koronasmittuni.

Og flokkarnir eru blivnir samdir um ein felags leist. Tað gjørdist greitt seint í gjárkvøldið. Menanarstøð sum listasøvn, sjónleikarahús, biografar, djóragarðar kunnu lata upp beinanvegin. 

Nýggja semjan ger, at fleiri túsund ung, sum seinastu tveir mánaðirnir hava havt fjarundirvísing, nú sleppa í skúla aftur áðrenn summarferiuna. Mikudagin 27. mai fara tey ungu í skúla aftur, og hetta fevnir um tey, sum ganga á eitt nú miðnámsskúla og háskúlum. Samstundis verður latið upp fyri Tivoli, kvøldskúlum og summarvirksemi hjá børnum og ungum.

Nógv kjak hevur verið, um markið til Týsklands skal latast upp aftur. Men tað blivu partarnir ikki samdir um í gjár, so markið verður víðari stongt. Tó blivu partarnir samdir um at gera tað lættari hjá fólki at koma til landi, um tey hava eina orsøk at vera her. Fólk við bústaði í norðurlondum og Týsklandi kunnu ferðast til Danmarkar, um tey eiga summarhús har ella hava danskan maka ella ommu/abba. Handilsfólk fáa eisini loyvi til at ferðast til og úr Danmark. Hetta kemur í gildið mánadagin.

Um eina góða viku - 29. mai - fer danska stjórnin at leggja fram sína ætlan um ferðavinnuna í summar.

Tað eru ikki allir partarnir av samfelagnum, sum sleppa at lata upp enn. Náttarlívið má enn bíða, og stórur partur av innandura ítrótti má eisini bíða, eins og venjingarmiðstøðir eisini mugu tað.

Tað verður enn forboðið at savnast fleiri enn 10 fólk. Men tað verður ikki leingi aftrat, og so fer hetta talið at hækka til 30 ella 50.