Nú liggur bara eitt barn á Landssjúkrahúsinum

Korona hevur gjørt, at tað var neyðugt at gera broytingar – men hetta verður bara galdandi í summar

Høvuðsorsøkin til, at barnadeildin á Landssjúkrahúsinum er flutt, er tí at tað var brúk fyri fleiri sengrum til vaksnar sjúklingar.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað vakti ans herfyri, tá ið tað frættist, at barnadeildin á Landssjúkrahúsinum skuldi flytast av B5, har hon er, upp á B7, sum annars er ein deild fyri vaksin.

Men hetta er ein avleiðing av, at korona-kreppan fór at herjað.

Í mars varð ein serstøk koronadeild skipað á Landssjúkrahúsinum og tað hevði við sær, at talið á tað vórðu 15 sengur færri til sjúklingar.

Men tørvur hevur alla tíð verið á hesum seingjarplássum, tí talið á sjúklingum, sum hava bráðneyðugan tørv á viðgerð, hevur verið sum vant.

Tí eru broytingar gjørdar, so at barnadeildin er flutt upp á B7, og høvuðsorsøkin til tað er altso, at brúk hevur verið fyri fleiri sengrum til vaksnar sjúklingar.

Á barnadeildini eru sjey seingjarpláss, nú barnadeildin er flutt upp á B7, hevur hon fýra seingjapláss, har tað ber til at seta tvær sengur inn afturat, so at pláss verður fyri seks børnum.

Hinvegin hava rættiliga fá børn verið á barnadeildini hesa tíðina, korona hevur gjørt um seg, og í løtuni er bara eitt barn innlagt á Landssjúkrahúsinum.

Men landsstýrismaðurin vísir staðiliga á, at hetta merkir ikki, børn verða innløgd saman við vaksnum sjúklingum.

– Hurð er sett í á B7, sum skilur barnadeildina og vaksnamannadeildina, sundur í tvey, so at børnini eru fyri seg og tey vaksnu fyri seg, og hvørki starvsfólk, ella sjúklingar, ganga ímillum.

Men hetta er ikki ein varandi loysn, tí í seinasta lagi 1. september, skal barnadeildin aftur flytast niður á B5, har sum hon eigur at vera.

Kaj Leo Holm Johannesen vísir eisini á, at nógv av tí, sum gjørdi barnadeildina á B5, barnavinarliga, er flutt við upp á B7. Sostatt er spælistova, myndir og prýði, flutt upp á B7. Børnini hava eisini eitt stórt úrval av leikum, borðspølum og teknibókum við litblýantum at stytta sær stundir við.

Samstundis eru starvsfólkini á barnadeildini framvegis tey somu, sum tey hava verið. Og landsstýrismaðurin vísir samstundis á, at alt er farið fram í samstarvi við starvsfólkið, sum hava váttað, at fakliga er tað forsvarligt.