Nólsoy skal verða sjálvberandi við orku

Ein verkætlan við vetnisorku skal roynast í Nólsoy. Ætlanin er, at Nólsoy skal verða sjálvberandi innan orku. - Vetnisorka er bíligari, og tað er grøn orka, sigur Bjarti Thomsen

Nólsoy: Bjarti Thomsen er formaður í nevndini fyri Nólsoyar orkufelag. Felagið varð stovnað 27. august, og nevndin skipaði seg 15. oktober. Nevndin fer at arbeiða við orkuætlanini hjá landsstýrinum í Nólsoy. Landsstýrið vil fegin hava tey lokalu við í arbeiðið, og nólsoyingar vilja fegin hava ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar.
- Hetta sprottið úr einari norðurlendskari orkuætlan, sum skal menna útjaðaran. Meiningin er at fáa útjaðaran sjálvberandi við orku. Nólsoyggin er hóskandi í stødd, og tí varð hon vald, sigur Bjarti, sum er spentur uppá verkætlanina.

Máta nýtsluna
- Tað er spennandi at fáa virksemi út á oynna. Tað er eisini spennandi at vera slóðbrótari og at vera við í onkrum innovativum, sigur hann.
Arbeiðið er higartil á einum byrjunnarastøði. Tey hava sett málarar á oljufýringarnar í húsunum í Nólsoy, so at teir kunnu fáa eina mynd av, hvussu nógv íbúgvarnir nýta av orku.
- Talan er um vetnisorku. Vindmyllur verða settar upp, og vit vinna orkuna í vindunum og varðveitta hana við vetni. Myndugleikarnir ætla at gera Nólsoynna sjálvberandi. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum eisini inniber grøna orku. Hetta er sera viðkomandi, nú tað verður tosað nógv um Kyoto-sáttmálan. Um vit vinna meira orku við vetni, kunnu vit minka um koltvíilt útlátið, sigur Bjarti.

Føroyska veðurlagið væl egnað
Føroyska veðurlagið er væl egnað til vetnisorku.
- Tað er tvífalt so nógvur vindur um veturin sum um summarið, og tað sær út til, at vit nýta tvífalt so nógva orku um veturin enn um summarið. Tískil hóskar veðurlagið væl til okkara nýtslu. Vit hava eisini meira vind her, enn tey hava inni á evropeiska meginlandinum.
- Tað verður spennandi at nýta vindorku til at hita húsini upp við. Oljan kostar nógv, og hon fer helst at dýrka komandi árini. Tað sær út til at loysa seg longu í dag at satsa uppá vetnisorku. Ein annar fyrimunur er, at tað er grøn orka, sigur Bjarti.
Enn eru tey í holt við fyrireikandi arbeiði, men vit kunnu vænta okkum at síggja okkurt ítøkiligt í vár.
- Vit eru í holt við at kortleggja nýtsluna, og aftaná skal eitt uppskot gerast. Til várs kunnu vit vænta at síggja okkurt ítøkiligt, sigur Bjarti Thomsen at enda.