Nólsoyar-Páll var ein banditt

– Myndin av Nólsoyar-Páll sum ein tjóðarhetja er ein myta. Hann var tað, sum vit fyrr søgdu, ein banditt, sigur Rolf Guttesen, lektari í geografi, og sum í 35 ár undirvísti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Niðurstøðuna er hann komin til eftir at hava granskað í gomlum skjølum

Rolf Guttesen kemur í komandi viku út við nýggjari bók, sum hann kallar “Poul P. Nolsøe – Skúmisleiv og Tjóðarhetja”. Við 496 blaðsíðum ger hann upp við myndina, ið flestu søgubøkur og annað tilfar, sum er komið út um Nólsoyar-Páll, hevur av frælsismanni og tjóðarhetju føroyinganna.

– Hann er vorðin umgyrdur av mytum. Hann fírdi heldur ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Eg havi leitað fram gomul skjøl, sum prógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla, sigur rithøvundurin.

Grópað í gomlum skjølum

Síðani hann varð pensjóneraður fyri nøkrum árum síðani, hevur Rolf Guttesen, sum býr í Hvalsø í Sælandi í Danmark, nýtt nógva tíð í ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, á landsskjalasavninum í Viborg eins og á landsskjalasavninum í Havn fyri at leita eftir tilfari um Nólsoyar-Páll. Har hevur hann funnið fram til nógv tilfar, sum ikki hevur verið alment kent áður. Tað hevur hann nú givið út í bók.

– Mítt ynski er ikki at niðurgera Poul P. Nolsøe. Eg ynski bara at fáa tað fram, ið er veruleiki. Tað ganga so nógvar søgur og mytur um Nólsoyar-Páll, men nógvar av teimum hava ikki hald í veruleikanum. Eg vil bara nærkast sannleikanum. Tað, sum eg beri fram, kann skjalfestast, sigur Rolf Guttesen.

Oyramaður var ikki glaður fyri Nólsoyar-Páll

Áhugin fyri Nólsoyar-Páll birtist, tá ið Rolf Guttesen var ein túr norðuri í Klaksvík fyri umleið 15 árum síðani. Tá kom hann millum annað at práta við mann á Norðoyri (Oyri).

– Prátið kom inn á Nólsoyar-Páll og hesin segði, ”at her norðuri er hann eingin stórur maður”. Hetta yvirraskaði meg fullkomiliga. Tað er jú alment kent, at Poul P. Nolsøe var ein sera stórur maður, ja, ein tjóðarhetja, sigur Rolf Guttesen.
Hann grundaði nærri um hetta, og fekk tað illa at passa saman við tí, at Nólsoyar-Páll hevur so nógv minnismerki eftir seg á ein ella annan hátt.

– Fleiri standmyndir ella minnissteinar eru eftir hann bæði í Nólsoy, í Havn og í Vági. Og í Klaksvík verður eitt hús bygt í gamlan stíl, sum verður kallað Hús Nólsoyar-Pálls. Hann er á pengaseðlum og á frímerkjum, gøtur í Havn og Klaksvík eru kallaðar upp eftir honum, og hann hevur yrkt 227 ørindi langa Fuglakvæði, har tjaldrið verður hálovað. At tað gjørdist tjóðfuglur, og at grækarismessa í Føroyum verður hildin fyri tjaldrinum er eisini vegna Nólsoyar-Páll. Tey eldru minnast eisini, tá ið útvarpið ikki sendi alt døgnið, men bara ávísar tíðir á degnum. Sendiljóðið var fyrsta regla úr Fuglakvæðnum, sigur Rolf Guttesen.

Mátti kanna nærri

Undranin birti forvitni í lektaranum, og hann mátti kanna málið nærri.

– Eg eri vaksin upp í Havnini, og í skúlanum lærdi eg, at Nólsoyar-Páll var ein tjóðarhetja. Tá ið eg møtti oyramanninum, hevði eg ikki granskað nakað um Nólsoyar-Páll, men tað, sum eg hevði lisið, vísti eina mynd av einum fyrimyndarligum persóni við áræði, sum gekk nýggjar leiðir. Eg undraði meg á orðini hjá oyramanninum. Eg mátti kanna tað nærri, sigur Rolf Guttesen.

##med2##

Leita í upprunakeldum

Meira og meira hann las, fann hann út av, at keldurnar til upplýsingarnar, vit hava um Nólsoyar-Páll, koma fyri tað mesta frá Jakob Jakobsen og eru skrivaðar niður góð 80 ár eftir at Nólsoyar-Páll doyði.

Hann fór so at leita í upprunakeldum og fann har ymiskt nýtt.

– Eg ætlaði at skriva einar 15 síður um hetta í Fróðskaparrit, men meira eg kannaði, fekk eg fleiri og fleiri upplýsingar, og tilfarið bara vaks. Nú kom tað upp á næstan 500 síður, og eg mátti bara steðga. Tað eru tó onkrir smálutir eftir enn, ið eg ikki hava fingið svar uppá, sigur Rolf Guttesen.

Vísindaligt arbeiði – men lættlesiligt

Hann hevur í 35 ár undirvíst á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í mentanarligari geografi. Fyri nøkrum árum síðani undirvísti hann eisini á Fróðskaparsetri Føroya í søguligari geografi í nøkur fá ár.

– Tá ið eg undirvísti á setrinum, vóru vit nakrir, ið høvdu 1800 talið sum eina verkætlan. Tá fekk eg betri møguleika at seta meg inn í tíðarskeiðið. Og nú eg eri pensjóneraður, havi eg sitið mest sum burturav og arbeitt við hesum. Eg havi ongantíð skrivað so nógv sum nú, og hetta er vorðið mítt høvuðsverk. Eg havi arbeitt vísindaliga, tað vil siga, at eg eri farin til upprunakeldurnar, og eg havi nógvar kelduávísingar og fótnotur í bókini. Men eg havi roynt at skrivað tað á einum lættlesiligum máli, sigur Rolf Guttesen.

Sett spor eftir seg 

Rithøvundurin vísir á, at tað er rætt, at Nólsoyar-Páll var ein framburðarmaður.

– Tað er rætt, at hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann smíðaði skonnartina Royndina Fríðu í Vági – tá hevði einki skip verið bygt í Føroyum síðani miðøld. Hann gjørdi eisini fimm túrar við vøruflutningi. Poul P. Nolsøe man hava verið bæði ágrýtin og hugtakandi, men hann var eisini rættiliga sjálvráðin. Fiskiskapinum kom sera lítil burturúr, sigur Rolf Guttesen.

Nólsoyar-Páll varð føddur í 1766 í Nólsoy og doyði í 1808 ella 1809, tá ið hildið verður at hann bleiv burtur við skipi. Umleið 20 ára gamal fór hann út at sigla. Hann las til skipara/ stýrimann í Keypmannahavn, og sigldi úti í nøkur ár, áðrenn hann kom aftur til Føroya. Fyrra konan hjá honum doyði, men hann giftist skjótt aftur við eini bóndadóttir úr Uppistovu á Oyri. Hann bygdi á Biskupstøð.

Føroyingafelagið sá stórt í Nólsoyar-Páll

Sambært Rolf Guttesen, var tað Føroyingafelagið í Keypmannahavn, sum sá stórt í Nólsoyar-Páll.

– Í 1880 – góð 70 ár eftir at Nólsoyar-Páll var deyður og gloymdur av teimum flestu – nevndi V.U. Hammershaimb hann í eini talu í føroyingafelagnum. Hann nevndi hann sum ein av fyrimyndunum, vit føroyingar eiga at síggja upp til. Ein av teimum, ið vóru til staðar tá, var Jakob Jakobsen. Hann skrivar eina longri grein um Nólsoyar-Páll, sum kemur á prent í Historisk Tidskrift í 1892. Í 1895 er fólkafundur í Nólsoy, har Jóanes Patursson heldur røðu. Hann nevnir millum annað, at vit eiga at seta Nólsoyar-Pálli ein minnisvarða. Tjóðskaparrørslan hevði tørv á einum figuri, sum fólk kundu síggj upp til, sigur Rolf Guttesen.

Hann vísir á, at keldurnar til vitanina um Nólsoyar-Páll í høvuðsheitum stava frá tí, sum Jakob Jacobsen skrivaði í 1895 og seinni í einum verki í 1912. Páll Nolsøe skrivaði síðani  umleið 100 síður um hann í 1953 í Siglingarsøguni, og seinni skrivaði Hans Jacob Debes um hann í Føroya søga, bind 3.


Dømdur fimm ferðir

– Í teimum skjølum, eg havi funnið fram, kann staðfestast, at Nólsoyar-Páll ikki er ein tílík fyrimynd, sum mytur um hann vilja vera við. Hann smuglaði vørur til Føroya og helt ikki lógir, ið vóru galdandi tá. Hann varð dømdur fimm ferðir, millum annað fyri at smugla og fyri ikki at geva rætt upp. Dómurin var, at hann skuldi rinda bøtur. Hann helt heldur ikki reglurnar um, at myndugleikarnir skuldu fáa loyvi at kanna vøruna, tá ið hann kom til landið við vøru, sigur Rolf Guttesen.

Um orsøkina at oyramaðurin einki helt um Nólsoyar-Páll, sigur Rolf Guttesen.

– Nólsoyar-Páll varð giftur við yngstu bóndadóttrini, men kortini fekk hann ein átta-markagarð úti á Oyri. Tann elsta dóttirin, sum vanliga plagdi at fáa mest tillutað, fekk bara ein fýra-markagarð. Eg spurdi, hví tað endaði soleiðis. Tá fekk eg svarið, at Nólsoyar-Páll hevði forbindilsi til Havnar. Kanska hevur tað nakað við tað at gera, sigur Rolf Guttesen.

Væntar atfinningar

Nú Rolf kemur við eini heilt aðrari mynd av Nólsoyar-Pálli, enn henni, vit hava hoyrt áður, væntar hann at fáa atfinningar.

– Eg havi longu nú fingið nakrar atfinningar frá fólki, sum øsa seg upp og seta at mær. Men tað má eg bara taka. Eg kann í øllum førum skjalfesta tað, ið eg komi við. Eg kann eisini vísa á, at ein eingilsmaður, sum eitur Anthony Jackson í 1991 skrivaði eitt verk um Føroyar, sum varð kallað The Faroes: The faraway islands. Har skrivar hann millum annað, at Nólsoyar-Páll verður kallaður ein tjóðarhetja og frælsishetja í Føroyum, men at staðfestast kann, at hansara avrik eru yvirmett, og at hann gjørdi lítið í so máta, sigur Rolf Guttesen.

Ongar politiskar orsøkir

Hann afturvísir, at tað liggur nakað politiskt aftanfyri, at hann nú pilkar við glansmyndina av Nólsoyar-Páll.

– Eg var gripin av tjóðskaparveinginum og arbeiddi enntá á 14. September sum heilt ungur, men nú eri eg ein demokratiskur sosialistur. Eg havi einki politiskt mál við hesum. Mítt ynski er bara at nærkast veruleikanum og at fáa sannleikan fram, sigur Rolf Guttesen.

Bókin kemur út í komandi viku, og tað er forlagið Glyvursnes, ið gevur út.