Nólsoyarmálarin á Ovastevnu

Á Ovastevnu, leygardagin 15. august kl 15:00, letur upp áhugaverd framsýning við málningum eftir Steffani Danielsen (1922-1976) í hølunum, har barnagarðurin Látrið plagar at halda til í Nólsoy.

Heðin Mortensen borgarstjóri setir framsýningina á Látrinum kl 15:30 og kl 16:00 hugleiðir Kinna Poulsen um Nólsoyarmálaran og nýggju bókina um hann, sum Bókagarður gevur út í næstum.

Tað er Kinna Poulsen, sum fyri 100-árahaldið hjá Tórshavnar kommunu stendur fyri framsýningarúrvalinum, ið skal spegla fjølbroytnið í samlaða verki Nólsoyarmálarans, sum tað kann upplivast í stóra savninum hjá Emil Juul Thomsen av Steffanmyndum.

Tryggingarfelagið Føroyar er stuðul og tryggjar alla framsýningina, sum er opin leygardagin 15. og sunnudagin 16. august, báðar dagrnar kl 15:00-20:00.

Úrvalið fevnir um 17 av bestu verkum Steffan Danielsens, so góðskustøðið verður høgt á hesi forkunnugu framsýning, sum er fyrsta Steffanframsýning síðani 1981.

Bókagarður, ið er forlagið hjá Emil Juul Thomsen, gevur í heyst út stórfingna bók við myndum hjá Steffani, sum John Dalsgarð leggur til rættis og Kinna Poulsen hevur skrivað tekst til.

Metingin hjá Williami Heinesen, at Steffan Danielsen er tann sermerktasti av føroysku listafólkunum, er enn galdandi og hetta hevur áskoðarin høvið at vissa seg um á hesi ársins mest eksklusivu listaframsýning við myndum, sum Steffan Danielsen hevur málað í síni heimaoyggj og tað serliga árinið av frískleika, ið eyðkennir verulig meistaraverk.