Nólsoyarsvimjingin 2009

Leygardagin var farið undir Nílsoyarsvimjingina 2009, sum bleiv útsett vegna illveður á Ovastevnu. Fyrireikararnir vildu ikki avlýsa svimjingina, nú svomið hevur verið í 11 ár

Svimjing

 

Av tí, at svimjingin bleiv útsett í 2 vikur, lá ikki fyri hjá fleiri av tilmeldaðu svimjarunum at koma við.

Veðrið var gott og rákið av tí besta, eitt frálíkt vegur at avgreiða svimjingina.

4 svimjarar bjóðaðu seg til túrin. Teir hava í eina tíð svomið í Sandagerði og fyreireikað seg til tiltakið m.a. hava teir lært seg at svimja aftan á báti og eftir ýtum á landi. Eisini hava teir nakrar ferðir verið í Hósvík og svomið. Róðrarfelagið var so beinasamt, at bjóða svimjarunum neystið at skifta í. Ta einu ferðina svumu teir yvir á Veðranes og aftur, ein túrir upp á uml. 2,5 km.

Klokkan 12.30 løgdu svimjararnir á fjørðin, og skjótt sást, at teir, ið oftast høvdu verið á sjónum drógu frá. Rói í Dali og Hans Egholm løgdu seg í oddin, við beinari kós móti málinum. Kári Simonsen og Erlendur Simonsen, sum hava svomið teinin fleiri ferðir, valdu sínar egnu leiðir. Annar fór suðurá hin norðurá.

Komnir nakað útfrá, sást at Rói var fremstur. Og hildið var eisini, at Hans fór at blíva nummar tvey, men komnir undir Nólsoyarlandið, spældi rákið svimjarunum eitt puss. Báðir komu móti landi á suðursíðuni á brimgarðinum. Meðan hetta hendir, er Erlendur, sum er tann royndasti svimjarin, á veg norðaliga, og við einari beinari kós norðanfyri bygdina kom hann á mál sum nummar tvey, meðan Hans kom undir kirkjuni. Kári, sum er hann, ið hevur vant minst, valdi trygdina, og fór tí rímiliga langt suðureftir, fyri at tryggja sær at koma beint á víkina. Hetta eydnaðist og hann kom á mál sum nummar fýra.

Tíðirnar vóru:

1 Rói í Dali 1 tíma 26 min 05 sek

2 Erlendur Simonsen 1 tíma 29 min 53 sek

3 Hans Egholm 1 tíma 34 min 51 sek

4 Kári Simonsen 1 tíma 48 min 11 sek