Síðani tey fyri fjúrtan døgum sóu spor eftir rottu í Nólsoy, hava tey sett øll segl til fyri at týna hana aftur.
Rotta hevur ikki verið í Nólsoy og eydnast tað henni at fáa fótafesti í oynni, verður tað ein umhvørvisvanlukka av teimum heilt stóru fyri oynna, tí so fer hon at beina fyri heimsin størsta drunnhvítalandi, sum er í Nólsoy og lundin fer eisini at hvørva.
Táið tey sóu rottusporini í Nólsoy, segði ein rættiliga fortørnaður Jens-Kjeld Jensen, at hann tey seinastu mongu árini hevur barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna. Eitt, hann hevur roynt, er at fáa lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka, nevniliga, at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar.
Men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás, staðfestir hann.
Rottu-tilbúgving
Men nú tykist sum um at støðan verður tikin í stórum álvara í farnu viku hevði Tórshavnar Kommuna fund um málið. Har er niðurstøðan, at alt skal gerast, sum gerast kann, fyri at verja Nólsoy og onnur pláss fyri rottuni.
Ætlanin er beinleiðis at gera eina rottu-tilbúgvingarætlan fyri tær oyggjar, sum eru í kommununi.
Hendan ætlanin hevur til endamáls bæði at týna rottuna og at fyribyrgja at hon kemur aftur.
Í hesum sambandi sigur Mikkjal Holm, aktingarmaður hjá kommununi í Nólsoy, at tey hava fingið rokkukassar, eitur og fellur út til Nólsoyar, men enn hava tey onga rottu fingið, hvørki livandi ella deyða.
Higartil eru 10 rottukassar settir upp rundan u havnalagið, men nú er ætlanin at fáa nógv fleiri at seta upp runt um í bygdini.
Somuleiðis hava tveir lívfrøðingar verið í oynni og leitað eftir rottu, men eisini tað hevur verið til fánýtis, tí teir hava onga rottu sæð.
Men teir báðir hava sleikisneisir, teir rópa, við sær. Hetta eru pinnar, sum verða dyppaðir í margarin og stungnir í jørðina við tí endamáli at fáa rottuna at bíta í so at tað setir merki í.
Á bitinum ber so til at síggja um tað veruliga er rotta, talan er um, ella ikki.
Mikkjal Holm sigur, at tey fara eisini at tosa við tey, sum føra vøru út í Nólsoyar, eitt nú heilsølur, MBM og Strandferðsluna um at ansa eftir og at leggja eitur.
Tað sama ætla tey at gera við Norðlýsið, sum javnan er í Nólsoy og tey umhugsa eisini at fáa skip at brúka rottuskermar fyri at forða rottuni í at sleppa umborð á skip í aðrari havn at fyri at forða henni at sleppa í land aftur av skipi í Nólsoy.
- Vit ætla at gera, alt vit kunnu, fyri at fáa lívið av henni aftur, sigur aktingarmaðurin.
Tað, at ongin hevur sæð rottuna aftur, verður als ikki tikið sum tekin um, at hon er deyð aftur
- Tað var í kavanum, at vit sóu sporini eftir hana, men ongin veit, nær hon er komin, tí hon kann vera komin í oynna langt áðrenn.
Hann leggur afturat, at fyri hálvum ári síðani varð rotta sædd í oynni. Tá var eitur lagt út og tað varð alt etið.