Nólsoyingar fáa katamaran

Strandferðslan hevur leigað ein katamaran, eina tvíkilju, at sigla um Nólsoyarfjrøð, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfararskipum Landsins við Kringvarp Føroya. Tvíkiljan tekur 98 ferðafólk sigur hann..

 

Næstu vikurnar skulu fleiri av skipunum hjá Strandferðsluni til eftirlit og fyri at fáa kabaluna at ganga upp er neyðugt at leiga eitt avloysaraskip.

 

Hilmar Eliasen sigur við Kringvarp Føroya, at tá tvíkiljan verður sett í sigling um Nólsoyarfjørð umleið 22. mai, fer Sildberin aftur í sigling millum Sand og Skúvoy. Tá Teistin so seinni fer á sleipistøð, verður Ternan sett í sigling um Skopunarfjørð.