Nólsoyingar missa Ternuna

Frá í morgin og fýra tær næstu vikurnar fer Ritan aftur at sigla til Nólsoyar.

Ternan hevur havt úr at gera um vikuskiftið við at sigla stevnugestir, nú Ovastevna varð hildin í Nólsoy.

Strandferðslan boðar nú frá broytingum á Nólsoyarleiðini, nú Ternan fer á sleipistøð í morgin.

Hesar dagarnar verður Ritan sett inn í regluliga sigling, meðan Sam fer at sigla við farmi ávísar dagar, eins og lýst er á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

At Ritan nú skal aftur í sína gomlu rutu, merkir eisini broyting fyri Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Hesar dagarnar fer Alpha Pilor at røkja hesa leiðina.

Gongst sum ætlað kemur rættlag aftur í siglingina mánadagin 5. september.