? Helena Dam Neystabø, heilsumálaráðharri, hevur nú lovað at fáa leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum í rættlag.
Og hon hevur lovað at gera tað skjótt.
Hetta er niðurstøðan av einum fundi millum Joan Ziskason, forkvinnu í sjúkrasystrafelagnum og Helenu Dam á Neystabø týsmorgunin.
Joan Ziskason sigur, at sjúkrasystrafelagið hevði biðið um fund við heilsumálaráðharran um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrasystrarnar høvdu biðið heilsumálaráðharran um fundin, tí nú er komið undan kavi, at Jákup Mørkøre, Sjúkrahúsleiðari, ætlar at seta ein leiðslubygnað í verk á Landsjúkrahúsinum, sum miðar ímóti, at ein einsamallur leiðari -vanliga ein lækni- skal hava ovastu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, bæði sum heild og á teimum ymsu klinisku deildunum.
Hinvegin skulu varaleiðarar setast, og teir skulu vanliga vera sjúkrasystrar.
Hetta er tað, sum verður nevnt ein einstreingjað leiðsla.
Men hendan leiðsluskipan er so grundleggjandi í stríð við sjónarmiðini hjá sjúkrasystrunum, at tær hava hótt við at fara í verkfall, um tað verður sett í verk.
Tí sjúkrasystrarnar krevja eina tvístreingjaða leiðslu, tvs, at sjúkrasystrar skulu eisini vera í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.
Tær vísa á, at eftir áheitan fá landsstýrinum í 1997 gjørdu sjúkrasystrarnar eina avtalu við føroyska serlæknadeildina um eina tvístreingjaða leiðslu.
Men tann tvístreingjaða leiðslan er hinvegin so grundleggjandi í stríð við sjónarmiðini hjá serlæknunum, at teir hava óbeinleiðis boðað frá, at teir fara ikki at arbeiða undir eini tvístreingjaðari leiðslu.
Og avtalan ímillum sjúkrasystrarnar og føroysku serlæknarnar er virðisleys og ógyldug, tí tað er bara danska móðurfelagið, sum hevur heimild at gera slíkar avtalu og danska móðurfelagið hevur ongantíð góðtikið avtaluna, siga serlæknarnir.
Má sláa nevan í borðið
Sostatt tykist sum um málið er vónleyst at loysa.
Men tað skal loysast, tí Landssjúkrahúsið má hava hava eina vælvirkandi leiðslu.
Men fyri at vita, hvussu landið liggur, bað Sjukrasystrafelagið um fund við Helenu Dam á Neystabø um støðuna.
? Á hesum fundinum gjørdu vit vart við okkara sjónarmið og at vit ongantíð fara at gótaka tað einstreingjaðu leiðslu, sum sjúkrahúsleiðarin nú arbeiðir við at seta í verk.
? Niðurstøðan av tí fundinum er, at Heilsumálaráðharrin hevur lovað okkum at fáa leiðsluviðurskiftini í rættlag.
? Og hon hevur lovað okkum at gera tað skjótt.
Joan Ziskason ásannar, at støðan tykist rættiliga fastlæst.
? Men so er onki hjá Helenu Dam á Neystabø at gera, uttan at sláa nevan í borðið og skera ígjøgnum og siga, hvussu leiðslubygnaðurin skal vera. Og talan má sjálvandi vera um ein leiðslubygnað, sum allir partar vilja góðtaka og vilja virka undir.
Hon sigur, at Helena Dam á Neystabø hevur eisini lovað, at tað verður ongin leiðslubygnaður settur í verk, sum sjúkrasystrarnar ikki vilja góðtaka.
?Fyrsta stigið á leiðini at loysa málið er, at Helena Dam á Neystabø fer nú at senda sjúkrahúsleiðaranum ein fyrispurning um, hvussu vorðið er við leiðslubygnaðinum, hvussu langt málið er komið og, hvat slag av leiðslu talan er um.
Men, hvussu kann málið loysast, tá ið tit ikki vilja góðtaka eina einstreingjaða leiðslu og serlæknarnir ikki vilja góðtaka eina tvístreingjaða leiðslu?
? Jákup Mørkøre veit, at vit fara aldrin at góðtaka eina einstreingjaða leiðslu. ? Vit hava fyrr lagt arbeiðið niður uppá hetta málið, og vit eru til reiðar at gera tað aftur. So eg skilji ikki, hví hann blívur við at arbeiða við teirri einstreingjaðu leiðsluni.
Joan Ziskason sigur, at hon vildi t.d. mælt sjúkrahúsleiðaranum at farið til Íslands, har sjúkrasystrar og læknar eru í leiðsluni á jøvnum føti. Og tað verður gjørt í sátt og semju, tí røkt og viðgerð er hvør sítt øki.
? Í síðsta enda veldst tað eisini um, hvørji fólk sita í leiðsluni og, hvussu samstarvsviljin er. Men tað ber ikki til at gera ein leiðslubygnað eftir tí.
Joan Ziskason sigur, at sjúkrasystrarnar kunnu ikki taka sær av, hvat serlæknarnir siga.
? Og nú hava føroysku serlæknarnir so staðfest, at tað nyttar onki at tosa við teir, tí teir hava ongar heimildir. So møguligt framtíðar samskiftið við serlæknarnar má vera um móðurfelagið í Havn.
Annars heldur hon, at tað er heilt burturvið at siga, at avtalan frá 1997 ímillum sjúkrasystrarnar og føroysku serlæknarnar er ógyldug.
? Vit gjørdu eitt uppskot eftir eini áheitan frá heilsumálaráðharranum, sum tá var. Vit fingu eina bundna uppgávu frá landsstýrinum. ? Og tað ger allan munin. ? At gera uppskot leiðslubygnaðinum á einum virki ella einum stovni, er ikki eitt vanligt fakfelagspolitiskt mál.
? Men tá ið vit kortini gjørdu tað, var tað tí, at vit fingu eina beinleiðis áheitan frá sjálvum landsstýrismanninum í heilsumálum.
Men er ikki tíðin farin frá tvístreingjaðum leiðslum? ? Nei, tað er hon ikki. Tað eru dømi um, at sjúkrahús hava skift frá tvístreingjaðari leiðslu til einstreingjaða leiðslu. Men tað eru sanniliga eisini dømi um tað øvugta, at farið frá einstreingjaðari leiðslu til tvístreingjaða leiðslu, tí tað hevur riggað betri.
? Hatta skiftir alla tíðina, hatta eru náttúrligir liðir í eini menning sigur Joan Ziskason.