Nú má løgmaður vakna

Løgmaður plagar at siga, at hann ongar løgfrøðingar hevur á løgmansfyrisitingini, og at tað tí er møtimikið hjá honum at liva upp til sína skyldu, at hava eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrismonnum. Hann hevur tó átikið sær hesa skyldu og má liva upp til hana.
Bæði málið um navnalógina og málið um persónsupplýsingar hava verið so nógv frammi, at løgmaður eigur at hava varnast, at her ruggar ikki alt rætt hjá landsstýrismanninum í lógarmálum.
Tí áliggur tað honum at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, í málinum um Gjaldsskipanina hjá Elekron, hóast tað í tí førinum óiva er serliga trupult, men ikki minni álvarsamt, tí landsstýrismaðurin sær út til at hava Løgmálaráðið við sær.
Umboðsmaðurin hevur júst staðfest, at Høgni Hoydal fór út um sínar heimildir, tá hann gjørdi eina strangari kunngerð um fólkanøvn, enn hann hevði heinild til í lógini. Málið um Gjaldsskipanina hjá Elektron er nærum identiskt, men eisini meiri álvarsamt, tí Høgni Hoydal í nýggjari kunngerð, hevur givið boð um, uttan lógarheimild, at ólógliggera Gjaldsskipanina afturvirkandi, aftaná at Elektron í skjótt 2 ár, við loyvi frá Dátueftirlitinum, hevur ment skipanina, ið er farin at virka.
Løgmaður kann ikki longur standa og hyggja at, meðan rættartrygdin víkir fyri politisku áhugamálum og rættarfatan Høgna Hoydals.