Umframt oddadystin í Gøtu, so verður eisini oddadystur í Klaksvík sunnudagin. Klaksvíkingar fáa vitjan av B68, og verður tað samstundis talan um dyst millum tvey feløg, sum framvegis eru við í stríðnum um FM-heitið.
Tað hevur gingið væl hjá KÍ seinastu dystirnar, liðið hevur vunnið báðar sínar dystir í seinnu hálvu, og fyri viku síðan megnaðu klaksvíkingar at leika javnt ímóti ungverska Újpesti á Svangaskarði, so klaksvíkingar tykast rættiliga at vera komnir fyri seg eftir eina slaka byrjan á kappingarárið
Verri stendur til hjá toftamonnum. Teir eru á sætta plássi, fýra stig eftir grannarnar úr Runavík. B68 hevur fingið eina keðiliga byrjan á seinnu hálvu, har tað bert eru blivnir til tveir javnleikir ímóti tveimum botnliðum. Skulu B68 framhaldandi vera við í kappingini um FM í ár, so skulu teir helst vinna í Klaksvík, men javnleikur kann eisini í ringasta føri eisini nýtast.
Fullmannað KÍ-lið
Úr Klaksvík verður sagt, at allir mans eru tøkir til dystin ímóti B68. Hjalgrím Elttør meiddi seg í venjing fyri landsliðið seinasta vikuskiftið, og er einasta ivamál hjá KÍ, men úr Klaksvík vóna tey, at hann gerst klárur.
Venjarin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, væntar sær ein torføran dyst, og sigur, at hansara menn verða noyddir at geva seg fult út, um KÍ skal hava trý stig sunnudagin. Hann leggur tó dent á, at tað skal ikki vera nakað ivamál um, at KÍ fer eftir øllum stigunum ímóti B68.
Spurdur um tað verður tosað um FM í Klaksvík longu nú, svarar Kurt, at tað verður tað als ikki,og leggur áherðslu á, at í KÍ verður bert ein dystur tikin á gangin, og so fáa teir at síggja, hvussu langt tað ber, tá landskappingin endar.
Kurt Mørkøre metir eisini, at steðgurin í landskappingini, vegna landsdystin, kom væl við, tí umframt heimligu kappingina, so spælir KÍ í løtuni eisini Evropa Cup, og tað kann tykast strævið fyri summar leikarar, og tí kom steðgurin væl við.
Marlon leikbannaður
Einasti leikari hjá toftamonnum, sum ikki verður við í Klaksvík, er Marlon Jorge, sum er leikbannaður. Allir hinir eru tøkir, og av Toftum verður boðað frá, at dysturin í Klaksvík er av alstórum týdningi. Sagt verður at nú má røkka ella støkka hjá B68, og um teir onga úrtøku fáa úr Klaksvík, so eru teir ikki við í oddastríðnum longur.
Toftamenn vænta eina sera torføran dyst í Klaksvík, tí saman við NSÍ og B36, er KÍ tað liðið, sum tykist vera best fyri í løtuni. Toftamenn trúgva tó uppá tað, og siga, at spælir B68 upp til sítt besta, so er avgjørt møguleiki fyri at fáa øll trý stigini úr Klaksvík.