Nú melur fyri onkrum

Tað er ótrúðligt, hvat tjóðveldismenn fáa burturúr blokkstuðlinum.

- Hann skal falla burtur.

- Hann skal vara allar ævir.

- Hann skal spara dønum 20 milliardir.

- Avlopið hjá landskassanum stavar bara frá blokkinum.

- Blokkurin er rótin til alt ilt.

Og um skiftistíðina verður sagt, at blokkurin má varðveitast ? jú longri áramál, jú betur.

Sambært Høgna Hoydal og Karsten Hansen, so stavar avlopið hjá landskassanum einans frá blokkstuðlinum. Landsstýrið boðar nú frá, at serligur grunnur skal gerast til at goyma hetta avlopið í.


Avlop áðrenn allar rokningar eru goldnar

Landsstýrið roknar við eini 600 milliónum krónum í avlopi í ár. Hetta tal hevur eisini verið serverað donsku stjórnini til samráðingarnar.

Men vit sum manna løgtingið vita, at tá eru avdrøg og eykajáttanir ikki tikin við. Eitt avlop kann sjálvandi bara roknast eftir at allar rokningar hjá landskassanum eru goldnar. Tí skal talið hjá landsstýrinum helst lækkast við umleið 300 milliónum krónum. Eisini er tað ein gáta, hvussu landsstýrið og tjóðveldismenn hava funnið út av, at avlopið júst stavar frá blokkinum, sum er ein rættiliga føst upphædd. Mær vitandi fara allar inntøkur samlaðar í landskassan, eisini blokkurin. Tí má tað heldur vera t. d. tann meirskatturin, sum er tikin frá Føroya fólki, ella gjøld, ella minni goldnar rentur til útlond, sum eru orsøkin til avlopið.

Hvør er frágreiðingin? Hevur Karsten Hansen kanska goymt teir donsku pengaseðlarnar til endamálið?


Fellur burtur, men heldur kortini fram

Høgni Hoydal brúkar í sínari grundgeving fyri loysingini, at hann vil spara Danmark fyri at gjalda 20 milliardir krónur í blokkstuðli. Sambært honum og landsstýrinum kann Danmark sleppa bíligari, um danska stjórnin gongur við til eina 15 til 20 ára skiftistíð. Alternativið er, at Danmark rindar blokkstuðul til føroyingar í allar ævir, verður sagt.

Seinasti pástandurin frá Høgna Hoydal er, at blokkstuðulin dettur burtur undir øllum umstøðum. Hetta skal hann hava hoyrt undir samráðingunum. Løgmaður royndi seg eisini við hesi ligisøguni, beinleiðis í Sjónvarpi Føroya frá tíðindafundinum í Keypmannahavn. Hann bleiv beinanvegin rættaður av sjálvum Poul Nyrup Rasmussen, sum afturvísti pástandi løgmans so dyggiliga.

Her haltar í ólukkumát við próvførsluni. Blokkurin kann ikki bæði halda fram í allar ævir, og falla burtur.


?Hensigten helliger midlet?

?Hensigten? hjá landsstýrinum er so sólaklárt at máa støðið undan ríkisfelagsskapinum. Alt sum kann seta hann niður í virði skal brúkast út í odd og egg.

Strategurin veit væl, at sigur tú eini ósannindi nóg ofta, so fara fólk at trúgva teimum til endans.


Edmund Joensene;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm