Hesa vikuna hava næmingar í 2. og 3. flokki í Vágs Skúla havt verkætlanarviku, har evnið hevur verið føroyingasøga.
Næmingarnir hava hesa vikuna kvøðið Sigmundskvæði yngra, umframt at tey hava gjørt myndir, sungið og eisini tilevnað pappmache.
Lærararnir siga, at børnini hava luttikið sera virkið, og at tey hava fingið rættuliga nógv burturúr, og eisini lært hópin at nýggjum, ið tey kanska við vanligari frálæru ikki høvdu lært. Nú vóna so næmingar og lærarar, at foreldur, ommur, abbar og bygdafólk annars, leggja leiðina í Vágs Skúla, har tey kunnu síggja alt tey hava gjørt, og eisini hoyra tey kvøða og syngja.
Framsýningin í Vágs Skúla, verður fríggjadagin kl. 12.30 til 13.45, har børnini luttaka og framføra fyrsta hálva tíma.
Vágs skúli vónar at fleiri leggja sær leiðina í skúlan at uppliva børnini, og teirra framførslur og framsýningar,