Í gjár skrivaðu vit um eina fløgu við søgum til børn, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út til várs. Tann fyrsta av sínum slag, hildu vit, men tað vísir seg, at so er ikki. Í komandi mánaði geva seks næmingar úr einum flokki á Føroya Handilsskúla í Havn út eina fløgu við spildurnýggjum søgum til børn.
Tað eru seks næmingar í flokkinum F3, sum eru við í verkætlanini Ungt virki. Flokkurin er býttur í fýra ymiskar verkætlanir, í byrjanini á skúlaárinum gjørdi hvør bólkur sær av, hvat fyri verkætlan tey skuldu arbeiða við. Úrslitið hjá hesum seks, sum Sosialurin hevur fingið vitjan av, er ein fløga við heitinum "Ein heimur við opnum vindeyga". Fløgan kemur út í næsta mánað.
- Vit fingu hug at royna okkurt, sum eingin hevur gjørt fyrr, eitthvørt øðrvísi og sum fólk leggja til merkis. Allar søgurnar eru spildurnýggjar. Vit fingu samband við ung fólk sum skriva, sum síðani vístu okkum á onnur sum skriva. Úrslitið er níggju søgur og ein yrking, sigur Vivian E. D. Johansen.
Góðar søgur
Næmingarnir fingu Meginfelag Áhugaleikara Føroya at meta um søgurnar, sum tey fingu í hendi, og sjónleikarar at lesa søgurnar inn.
- Allar søgurnar eru viðgjørdar eitt sindur, málsliga og innihaldsliga, og onkur søga, sum vit fingu, hava vit ikki brúkt. Vit valdu ungar høvundar fyri at fáa okkurt heilt nýtt, sigur Karin A. Dahl.
Søgurnar eru ætlaðar smábørnum í aldursbólkinum 3-7 ár.
- Í nøkrum av søgunum liggur ein moralur aftanfyri og tað vildu vit hava, aðrar søgur hava ongan ávísan moral. Sjálvi halda vit, at allar søgurnar eru góðar, men best dámar okkum øllum "Lítla Knút", sum er ein yrking. Tað er ein í flokkinum hjá okkum, sum hevur skrivað yrkingina, og lagið aftan fyri yrkingina hevur ein næmingur í flokkinum hjá okkum gjørt, sigur Karin A. Dahl.
Miðskeiðis í komandi mánað hava allir bólkarnir í tiltakinum Ungt virki søluframsýning í SMS. Teir seks næmingarnir, ið hava skipað fyri fløguútgávuni ætla tá at marknaðarføra fløguna.
- Vit hava eisini gjørt plakatir og faldarar til fløguna, og so ætla vit um vit fáa loyvi til tess út at selja hús í hús, sigur Ólavur Enni Elisson.
Kapping
Men fyrst stendur ein ferð til Noregs fyri durum og longu í kvøld á midnátt leggja tey til havs við Norrønu.
- Í Noregi skulu vit taka lut í eini kapping um Ungt virki, har flokkar úr 20 londum eru við. Men vit eru bert við sum gestir hjá norðmonnum, í fjør vóru norskir næmingar gestir hjá okkum. Í Noregi verða vit dømd eftir bási og úrsliti, men av tí at vit eru gestir kunnu vit ikki gera okkum galdandi. Men vit fara við fyri at læra, sigur Elin Christiansen.
Allir bólkarnir, sum eru við í Ungt virki, kappast og dómurin fellur í apríl. Hugt verður eftir øllum, hvussu samstarvið er í bólkinum, hvussu roknskapurin verður førdur, hvussu virknir næmingarnir eru, hvussu úrslitið er og so framvegis.
- Hetta er øgiliga spennandi, strævið til tíðir, men annars virkuliga stuttligt. Børn í dag hava ongar fløgur við søgum, foreldur hava ikki tíð at lesa søgur fyri børnum, tey bara arbeiða. Sjónvarp og telda hava alt at siga í dag, sigur Vivian E. D. Johansen.
- Síggja tey ein film fáa tey allar myndirnar, men tá ið tey lesa ella hoyra søgur kunnu tey ímynda sær, hvussu søgan er, sigur Karin A. Dahl.
Fløgan kemur út í 500 eintøkum og næmingarnir vóna, at fólk taka væl undir við henni. Sponsorar fíggja fløguna, men næmingarnir standa sum útgevarar. Útvarpið hevur stuðlað við upptøkuhølum.
Søgurnar á fløguni eru "Kamarið við opna vindeyganum" eftir Meinhard Jensen, "Anna" eftir Vivian Gudmundsson, "Langa ferðin" eftir Ninu Brockie, "Karl og nýggi lastbilurin" eftir Vivian Gudmundsson, "Lítli Knút" eftir Suffíu D. Petersen og Turid Kruse, "Ein leygardagur" eftir Elina Mouritsen, "Tveir vinir" eftir Ninu Brockie, "Gevið tykkum tíð" eftir Vivian Gudmundsson, "Kavamaðurin" eftir Fíu Norðberg, "Veðrasøgan" eftir Ninu Brockie.
Tekningina á fløguhúsanum hevur ein genta í øðrum flokki á Venjingarskúlanum gjørt.
Næmingarnir í flokkinum F3 á Føroya Handilsskúla, ið eru við í hesi verkætlanini, eru Elin Christiansen, Vivian E. D. Johansen, Karin A. Dahl, Búgvi Dalsgarð, Ólavur Enni Elisson og Jóannis Iversen.