Næmingar hittust eftir 51 ár

Fyri løtu síðani sessaðust 60 fyrrverandi skúlafelagar til myndatøku á trappuni í Nunnuskúlanum, har tey skiltust fyri 51 árum síðani

Hóast hon ringdi fleiri ferðir við messingaklokkuni, tók tað 85 ára gomlu nunnuni eina góða løtu at fáa sínar gomlu næmingar at sita stillar á trappuni í Nunnuskúlanum.

Við krossfiskum á høvdinum komu dreinginir umsíðir uppá pláss aftast, meðan genturnar við sloyfum í hárinum sluppu at sita fremst. Og so var klárt til myndatøku.

Heili 51 ár eru liðin síðani hesir næmingarnir spjaddust í ymsar ættir, eftir at hava gingið í nunnuskúlanum saman í fimm ár.

Hesi árini gingu 122 næmingar í nunnuskúlanum í longri ella styttri tíðarskeið. 22 av teimum eru ikki á lívi longur, men í dag eydnaðist so at savna heili 60 aftur.

Lagið var avbera gott, tá gomlu skúlafelagarnir fóru inn um stóru, reyðu hurðina at hyggja at sínum gamla skúla saman við eini av nunnunum, tey høvdu sum lærara.

Nú seinnapartin fara tey at hugna sær saman, áðrenn tey fara á stóra næmingaveitslu í kvøld.