Næmingar mugu kannast oftari

- Um øll børn verða kannað, gongur ikki long tíð, til funnið er fram til teir næmingar, ið hava brúk fyri stuðuli, sigur Karolina Matras, forkvinna í fólkaskúlaráðnum, við Skúlablaðið.

Í øllum flokkum sita næmingar, sum hava trupulleikar við at læra t.d. at lesa, og sum, fáa teir ikki røttu hjálpina, eru í vanda fyri at fáa stórar lesitrupulleikar. Tíverri ganga við hvørt fleiri ár, áður enn skúlin viðurkennir, hvussu ring støðan er, skrivar Skúlablaðið.

Fólkaskúlaráðið mælir tí til, at næmingar eiga at verða kannaðir á øllum floksstigum.

- Undirvísingin skal taka støði í fyritreytum og førleikum hjá einstaka næminginum. Við at gera hesar kanningar er møguleiki fyri við støði í einstaka næminginum - afturat námsfrøðiligum og didaktiskum umhugsni - at brúka úrslitini av hesum kanningum, tá ið undirvísingin skal leggjast til rættis, sigur Karolina Matras við Skúlablaðið.

- Undirvísingin skal leggjast til rættis soleiðis, at næmingurin upplivir framgongd og harvið fær møguleika at økja um sjálvsálitið og sjálvsvirðið, við tað at støðið verður tikið í styrkisíðum og áhugamálum hansara. Samstundis verður arbeitt við at vekja í næminginum góðar og tryggar arbeiðshættir, sigur hon.

Í álitinum um sernámsfrøði stendur at lesa, at summi halda í misskiltari vælvild, at tað er synd fyri næmingin, at hann er øðrvísi enn hinir. Til hetta kann sigast, at næmingarnir sjálvir sera skjótt síggja, at teir ikki eru á sama støði sum hinir. Hetta síggja teir í sosiala sambandinum, tí síðumaðurin t.d. lesur ella roknar, men teir duga ikki sjálvir.

- Heldur eiga vit í flokkinum at vísa á fjølbroytni okkara millum sum menniskju, og hvørjar sterkar og veikar síður vit hava. Á henda hátt skilja næmingarnir, at summi mugu arbeiða meira við onkrum ávísum, t.d. lesing, enn onnur, og ikki minst, at hetta er í lagi, heldur Karolina Matras.