LIST
Hetta er ein framsýning, sum næmingar, ið hava gingið á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen í vetur, skipa fyri.
Einir 10 næmingar, bæði ung og tilkomin, hava við stórum áhuga og stórum ágrýtni møtt til kvøldundirvísing í málningalist í Fuglafirði hjá Jóannesi hvørt mánakvøld í vetur.
Umleið 50 acryl-málningar á lørifti verða sýndir fram, og fleiri av hesum eru til sølu.
Jóannes S. Hansen sigur, at fleiri náttúrumálningar eru við á framsýningini. Aðrir eru abstraktir og hálv-abstraktir, sum hann tekur til.
Framsýningin í Fuglafirði er opin leygardagin og sunnudagin frá klokkan 15 til 19, og væntandi verður høvi hjá teimum, sum støkka inn á gólvið, at hitta nøkur av listafólkunum, sum øll higartil eru ókend innan málningalist.
Á Strondum
Jóannes S. Hansen hevur eisini undirvíst í málningalist á Strondum í vetur, og har høvdu tey framsýning í bygdarhúsinum síðsta vikuskiftið.
- Eini 200 fólk vitjaðu framsýningina, og onkur málningur varð seldur, sigur listamaðurin, sum hevur undirvíst næmingum á kvøldskúla í eini 15 ár tilsamans.
Sjálvur hevði Jóannes sína fyrstu málningaframsýning í 1966.