Næmingar í Sankta Frans Skúla hittast aftur

Í sambandi við at skúlanæmingar sum gingu í Sankta Frans Skúla til 7. flokk í 1967, hava ætlanir um at hittast aftur í 2008, hava vit fingið mynd og tekst frá Helga Joensen og Fríðgerð Mouritsen, sum fara at samskipa tiltakið

Nú 40 ár eru liðin, síðan vit fóru úr Sankta Frans Skúla, er ætlanin at vit øll, bæði gentur og dreingir, møtast aftur fyri at minnast aftur á gamlar dagar og annars at hugna okkum.


Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fyri at tað skal bera til hjá helst øllum at vera við, verður hugsað um, at dagurin skal vera 30. desember 2008.


Síðan vit fóru úr skúlanum, eru vit farin í allar ættir, og vit vita ikki í dag, hvar øll búgva.


Vit vilja tí á hendan hátt siga tykkum frá tiltakinum, og biðja tykkum um at senda okkum navn og bústað v.m.


Onkur er kanska sum ikki sær hesa eftirlýsing. Tí heita vit eisini á familju ella vinfólk um at siga teimum sum t.d. búgva uttanlands frá hesari eftirlýsing.


Tit kunnu ringja til Helga Joensen, tel. +298 217616. mail: [email protected] ella Frígerð Mouritsen, tel. +298 315154 ella +298 583520. mail: [email protected].

Vónandi frætta vit skjótt.



Genturnar í 7.b skúlaárið 1966/67 vóru: Britta Andrea Bendtsen, Edna Cecilia Brockie, Hanna Elisabeth Dam, Johanna Elin Hammersheimb Debess, Malena Mina Enghamar, Anna Hansen, Frígerð Hansen, Marna Skylv Hansen, Annika í Jákupsstovu, Marjun Hanusardóttir Jensen, Hallgerð Joensen, Bjørg Súsan Larsen, Annvør Laura Lávík, Marjun Esther Lindenskov, Borgarhjørt Kragesteen, Ida Bendix Mikkelsen, Guðrun Rein,

Súsanna Elna Joensen, Edna Jacobina Simonsen, Elsa Johanna Rasmussen, Anna Maria Vilhelmsen, Sunrið Berg Vilhelmsen, Eyð Sigrun Vørðstein, Kristina Enghamar, Súsan Lind


Dreingirnir í 7.a skúlaárið 1966/67 vóru: Hans Andreas Dam, Høgni í Dali, Sámal Hammersheimb Debess, Regin Hansen, Niels Johannes Hansen, Ragnar Hansen, Henrik Hilligsøe, Helgi Joensen, Jógvan Joensen, Jóanes Sekjær Nielsen, Regin Herup Olsen, Erik Krogh Olesen, Snorri Poulsen, Steingrím Samuelsen, Kolbein Simonsen, Kenneth Stampe, Ólavur Øster, Jón Ellendersen og Michael Detrekøy.