Næmingar við søluframsyning í Smiðjuni

Týsdagin 15. novembur lat listaframsýningin "Spírandi list" upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru næmingar í Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla, ið hava hesa søluframsýningina

Fyri sættu ferð hava næmingarnir í Kvøld og Ungdómsskúlanum eina felags framsýning í Smiðjuni i Lítluvík.

Talan er um næmingarnir hjá Randi M. Gunnarsdóttir, sum hava hesa søluframsýningina. Hetta er ein spennandi framsýning við mongum ymiskum evnum. Randi er annars úr Havn, og uttanum listaheimin starvast hon sum stuðulspedagogur.

Tey, sum eru við á framsýningini eru: Marita Christoffersen, Anna Maria Nyby, Luisa Fjalsbak, Vera Bjørgvin, Ólavur Thomsen, Anna Hansdóttir, Ada í Líð, Per Poulsen, Kristin Thomsen, Poul Justinussen, Jacobina Hansen, Anna Maria Frederiksen, Marita Eriksen, Ingrid Gregersen, Eigil Lyngsø, øll úr Havn, Sigvard Steffensen, Bergfríð Augustinussen, Rúna Olsen, Arnbjørn Christiansen úr Kollafjørði, og Eydna Lucia Abrahamsen og Soffía Við Stein úr Fuglafirði.

Framsýningin er opin til og við 23. november, allar dagar frá 14-18.