Tað eru nú næstan fýra mánaðir gingnir, síðani teir 246 næmingarnir og 25 lærararnir á Glasi skuldu á námsferð til París, umframt at nøkur av teimum eisini skuldu aðrastaðni. Men seint kvøldið fyri, at tey skuldu fara avstað, varð avgerð tikin um at avlýsa ferðina. Orsøkin var koroa.
Høvuðspersónurin, sum tók avgerð um at avlýsa ferðina, var Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum eisini umsitur skúlamál. Hann segði tá, at næmingarnir skulu fáa pengarnar aftur. Men enn er ikki tað nógva afturkomið.
– Eg skilji væl, at tey ungu ótolnast eftir pengunum. Men tað tekur tíð at orðna alt hetta. Tey hava fingið ein part aftur, men nógv skal útgreinast við tryggingar, flogfeløg og annað. Vit eru í gongd við tað, men enn er ikki komið á mál, sigur Jenis av Rana.
Eykajáttan í heyst
Hvussu leingi, tey skulu bíða afturat er tó enn ógreitt.
– Eg rokni við, at tá ið eykajáttan kemur í heyst, eg vænti tað verður í oktober, tá verður eisini ein eykajáttan til næmingarnar á Glasi, sigur Jenis av Rana.
Sjálvur væntar hann ikki, at tað verður nakrar trupulleiki at fáa eykajáttan.
– Eg havi tikið hetta málið upp nakrar ferðir á landsstýrisfundi. Eg dugi ikki at síggja tað sum ein trupulleika at fáa pengarnar játtaðar, sigur Jenis av Rana.
Avlýsingin hevur gagnað Føroyum
Hann vísir hinvegin á, at tey ungu eiga eina hjartans tøkk uppiborna.
– Støðan við korona hevði helst verið munandi verri í Føroyum, um so nógv ung fólk fóru avstað. Vandi er fyri, at fleiri av teimum høvdu borið smittu aftur til Føroya. At tey ikki fóru er heilt víst ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl við koronasmittuni í Føroyum. Ein flokkur av Glasi fór til Portugal dagin fyri, og fleiri av teimum bóru smittu aftur til Føroya. Sjálvandi skulu tey ungu, sum ikki sluppu avstað, fáa mistar pengar aftur, sigur Jenis av Rana.