Næmingarnir á Glasi kunnu vænta sær endurgjald

Landsstýrið hevur gjørt sær greitt, at corona-virussið fer at føra til ymsar eykaútreiðslur

 

Tað er rætt, at lata næmingarnar á Glasi fáa endurgjald frá landskassanum fyri námsferðina, tey avlýstu fríggjadagin.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Fríggjadagin skuldu einir 300 næmingar og lærarar á Glasi fara til París á námsferð. Men ferðin varð avlýst av smittuvandanum av corona-virus.

Tað var ein avgerð, landsstýrismaðurin tók undir við, og sum er eisini mælti til. Ein grund til tað var, at tá ið søvn, og annað, eru stongt, so at tey ikki sleppa inn nógvastaðni, er endamálið við ferðini líka sum burtur, sigur hann.

Men hann sigur, at tað, sum gjørdi útslagið var, at hóskvøldið herdi Uttanríkisráðið ávaringina um at ferðast til Fraklands og í tí sambandi varð heitt á tey, sum fóru hagar, um at vísa eitt serligt varsemi.

– Eg helt ikki, at eg kundi taka ábyrgdina av, at nakrir næmingar kanska komu heim aftur við smittuni, og bóru hana víðari, sigur Jenis av Rana.

Men fíggjarliga er hetta ein smeitur fyri næmingarnar, tí ferðin hevur kostað teimum ímillum 6.000 og 9.000 krónur í part. Og tey hava fingið at vita, at av tí, at myndugleikarnir ikki beinleiðis mæla frá at fara til París, dekkar avboðstryggingin ikki.

Men Jenis av Rana sigur, at næmingarnir kunnu vænta sær endurgjald úr landskassanum.          

– Eg havi sagt við tey, at tey verða ikki slept upp á fjall av eini avgerð, sum vit í politisku skipanini hava verið við til at taka, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at enn er óvist, hvat hetta í roynd og veru hevur kostað teimum, tí summar av útreiðslunum sleppa tey helst undan. Eitt nú skuldi flogfarið ikki avstað við teimum og tað skuldi so heldur ikki eftir teimum aftur.

– Og eg havi lovað næmingunum, er sita tey eftir við eini rokning, tá ið alt er gjørt upp, verður alt gjørt. Fyri at tey skulu fáa tað endurgoldið, so at tey ikki vera fyri fíggjarligum missi av hesum, sigur Jenis av Rana.

– Eg kann sjálvandi ikki lova teimum nakað nú, men Føroyar eru í eini kreppustøðu, og tað skuldi ikki verið so ringt at fingið Løgtingið at tikið undir við eini eykajáttan, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur eisini, at landsstýrið hevur eisini gjørt sær greitt, at støðan, sum vit eru í, fer at hava eyka útreiðslur við sær, so tað hava vit fyrireika okkum upp á, leggur hann afturat.