Næmingarnir í Klaksvík eru teir dýrastu

Tað er dýrast at hava næmingar á HF í Klaksvík.

Tað vísir fíggjarnevndin hjá løgtinginum á, nú fíggjarlógin fyri 2013 er til viðgerðar.

Í hesum sambandi hevur fíggjarnevndin spurt landssýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hvat høvuðsorsøkin er til, at tað er so stórur munur á, hvat ein HF næmingur kostar í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík.

Fíggjarnevndin vísir á, at ein HF næmingur í Havn kostar 42.385 krónur um árið, í Eysturoy kostar hann 45.489 krónur um árið, ella 3.104 krónur meiri enn hann kostar í Havnini. Men í Klaksvík kostar ein HF næmingur hann 55.820 krónur um árið, ella 13.435 krónur meiri enn í Havn.

Bjørn Kalsø sigur, at tað er serliga næmingatalið, sum er avgerandi fyri eindarkostnaðin.

- Í? skúlum við fleiri næmingum, kunnu valfak mannast við fleiri næmingum. Kortini vísir hann á, at eindarkostnaðurin fyri hvønn næming á ymsu miðnámsskúlunum skal takast við fyrivarni, av tí at uppgerðarhátturin kann verða ymiskur.

Harafturat vísir hann eisini á, at ætlanin er framhaldandi at hava HF bæði í Havn, í Eystyuroy og í Klaksvík.