Trupulleikin hevur verið nevndur fyrr. Fara lærararnir á Studentaskúlunum og HF-skeiðunum kringlandið í verkfall, hvørja ávirkan fer hetta so at hava á próvtøkuna hjá næmingunum?
Kanska fundur í vikuni
Formaðurin í Yrkisfelagnum, Holger Arnbjerg, sigur, at eingin orsøk er til at taka sorgina upp á forskot, tí eitt møguligt verkfall hevur als ikki verið nevnt enn. Hann sigur, at væntandi verður fundur millum Yrkisfelagið og Landsstýrið seinni í hesi vikuni, og vónandi spyrst okkurt gott burtur úr hesum fundinum.
Tað er greitt, at gongdin í samráðingunum millum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið fer at hava sína ávirkan á samráðingarnar millum Yrkisfelagið og landsstýrið, tí eins og Starvsmannafelagið, so er Yrkisfelagið ónøgt við reallønina.
Yrkisfelagið hevur ikki færri enn 110 limir, og hesir undirvísa á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið. Eisini eru onkur einkultur lærari á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Sjálvsagt kann tað eisini henda, at landsstýrið lýsir við verkbanni ímóti Yrkisfelagnum, og hetta kann felagið so ikki gera nakað við. Verkbann kann koma fyri, um eitt nú Yrkisfelagið góðtekur eitt møguligt semingsuppskot til nýggjan sáttmála, meðan landsstýrið ikki góðtekur uppskotið. Tá kann landsstýrið lýsa við verkbanni móti felagnum.
Ikki ókendur trupulleiki
Eitt møguligt læraraverkfall er ikki nakar ókendur trupulleiki hjá leiðsluni á Føroya Studentaskúlanum í Hoydølum. Mads Winther, rektari á skúlanum, sigur við Yngd, at hetta er komið fyri nakrar ferðir seinastu árini av ymiskum orsøkum, og at hetta er ógvuliga trupult at hava við at gera.
Í fjør var Yrkisfelagið í verkfall, tí at teir ikki vildu góðtaka at undirvísa fyri flokkum, ið taldu meira enn teir lóggivnu 24 næmingarnar. Hetta førdi so við sær, at næmingarnir mistu ein hóp av undirvísingardøgum stutt undan próvtøkunum. Av somu orsøk skipaði leiðslan á skúlanum í samráð við lærararnar fyri undirvísing leygardagar, har næmingarnir í próvtøkuflokkun fingu eykatímar í eini roynd at innheinta tað, ið var mist undir verkfallinum. Tað er tó ógvuliga lítið sannlíkt, at soleiðis verður gjørt aftur í ár, um eitt møguligt verkfall verður, tí lærararnir eru ikki serliga hugaðir til at fara at undirvísa í vikuskiftinum.
Eitt annað, sum eisini skal havast í huga viðvíkjandi einum møguligum verkfalli, er, at bæði studentarnir og HF?arnir, sum fáa prógv í summar, hava so fáar skúladagar eftir. Seinasti skúladagur hjá 2. HF?arunum er 29. Apríl, og hjá 3. G?arunum er hann 4. Mai. Hetta merkir, at tað er ikki meiri enn einir 20 undirvísingardagar eftir hjá hesum næmginum, og tað er greitt, at tað verður ógvuliga trupult at fylla hesar dagar við eykatímum, tí tímatalvan hjá hesum næmingum er so at siga full sum er.
Á studentaskúlanum í Hoydølum liggur talið av næmingum, ið skulu hava prógv í summar, um eini 200, og um vit leysliga meta samlaða talið fyri studentaskúlan á Kambsdali, HF-skeiðini í Klaksvík og Vági, og leggja hetta aftrat næmingatalinum í Hoydølum, so snýr tað seg um eini 500 næmingar, ið skulu hava húgvu í summar. At hesir næmingar ganga og stúra fyri, at eitt møguligt verkfall kemur og fer at órógva teirra skúlagongd og próvtøku, er væl skiljandi, og tveir av nevndarlimunum í næmingaráðnum í Hoydølum, formaðurin Gutti Winther og nevndarlimurin Rókur Jacobsen, ið báðir ganga í 3. G. siga, at næmingaráðið hevur umrøtt málið fleiri ferðir.
Ræðast tankan
Teir báðir, Gutti og Rókur, siga, at óvissan viðvíkjandi sáttmálanum hjá lærarunum merkist týðuliga í flokkunum, og tey halda, at støðan er ógvuliga keðilig.
Nógvar tankar eru frammi um, hvat ið kann henda, og hvussu eitt møguligt verkfall verður taklað av leiðsluni á skúlanum. Næmingaráðið í Hoydølum sigur seg tó væl skilja støðuna hjá lærarunum, men sigur seg tó ikki taka part í málinum.
Í einum lesarabrævi aðrastaðnis á hesum síðum ger næmingaráðið í Hoydølum vart við sína ónøgd.
Í lesarabrævinum ger ráðið vart við, at tey ikki kunnu verða nøgd við at hava fingið eina skerda útbúgving, sum ikki bleiv so rúgvismikil sum ætlað, tí at lærararnir vóru í verkfalli. Eisini verður spurningurin reistur um, hvat hægru læristovnarnir í Danmark siga til at upptaka næmingar, sum ikki hava havt fulla skúlagongd í síni miðnámsútbúgving.
Tað er somuleiðis greitt, at verða prógvini ikki handaði seinast í juni mánaða, kemur hetta at føra við sær, at tað ikki verður gjørligt hjá næmingunum at søkja um upptøku á hægri lærustovnar í Danmark.
Kalt vatn í blóðið
Tað skal tó staðfestast enn einaferð, at enn eru eingi útlit fyri einum verkfalli, tí samráðingarnar fara nústaðni í gongd. Men undir øllum umstøðum, so er vandin til staðar, og hetta kann gerast ein vanlukka fyri teir mongu næmingarnar, ið droyma um at fáa húgvuna á høvdið í summar.