- Tí hava vit ídag tikið ta avgerð, at børn tykkara, næmingar okkara, halda fram í Skúlanum við Løkin hagartil hetta skúlaárið er komið til endans. Táið nýggja skúlaárið 18/19 byrjar, skal tað vera tryggjað treytaleyst, at fíggingin – næmingagjaldið – fylgir næminginum, líkamikið hvør ið annars borgar fyri tilboðið, sum næmingar úr aðrari kommunu ynskja at brúka í skúlum okkara. Vit fara ikki at leggja skatt á okkara egnu borgarar fyri at fíggja skúlaskapin hjá børnum í fremmandari kommunu.
Tað skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í skrivi sum er lagt út á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag. Sostatt er greitt, at teir fimm næmingarnir úr Gøtu, ið Runavíkar kommuna hevur hótt við at tveita úr Skúlanum við Løkin, um Eysturkommuna ikki rindar teirra skúlagjald, sleppa at halda fram til í summar.
Í skrivinum legst borgarstjórin tó eftir Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu, og Eysturkommunu fyri teirra støðutakan í málinum.
- Tað er nú greitt, at Eysturkommuna ikki ætlar at greiða sínar skyldur, og tað fáa vit onki gjørt við. Heldur ikki tit, sum varða av næmingunum. Borgarstjóri tykkara, sum sæst í seinasta brævi hansara, vónar, at Runavíkar kommuna hugsar um næmingarnar úr Eysturkommunu og bønar og biður eftir, at vit ikki taka so rívan til, at vit nokta teimum at halda áfram í Skúlanum við Løkin. Hvør skal siga: Vinarligast gjaldið tit fyri skúlaskapin hjá ungdómunum úr mínari kommunu. Til hetta skal hartil leggjast, at tað sum hann og kommuna hansara ikki borga til okkara, tað sparir hann aftur í mun til eitt minni næmingatal, sum velur at fara inn til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsskúla. Til endans í brævinum vónar hann, at vit finna eina loysn saman við tykkum, sum er so lagalig sum gjørligt fyri næmingarnar.
- Tað finnast ikki orð fyri, hvat ið eg haldi um hendan margháttliga hugburðin, sum við hesum verður borin fram á torg.
- Ússaliga áheitanin hjá Jóhan Christansen ávirkar ikki okkara støðu í málinum, - als ikki. Runavíkar kommuna setir sínar næmingar í fokus og miðar støðugt eftir at hava tað besta skúlatilboðið í landinum, og tað man vera á góðari leið, táið næmingar úr ymsum heraðshornum í oyggjunum velja tilboð okkara, skrivar Tórbjørn Jacobsen í skrivinum.
At enda harmast borgarstjórin í Runavíkar kommunu eisini um, at ósemjan gjørdist so stór, at hon bleiv ein kastibløka í almenna rúminum.
- Sum borgarstjóri harmist eg um, at málið kom so langt, at næmingarnir nú gjørdust kastibløkur í almenna rúminum, men ábyrgdina fyri hesum eigur bara Eysturkommuna, sum eftir øllum at døma onki hevur ímóti at inkassera skattakrónur tykkara, eisini fyri næmingagjøld, sum borgarstjórin nú heldur at tit skulu gjalda omaná kommunuskattin, sum eykaskatt, tí at tit ynsktu eitt betri tilboð enn tað, sum Eysturkommuna hevur keypt seg til á skúlamarknaðinum, nú hon sjálv ikki eigur nakað tilboð at geva sínum unga fólki, skrivar borgarstjórin í skrivinum, ið kann lesast í heilum líki á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.