Tíggju tey seinastu árini er talið á næmingum í fólkaskúlanum minkað við einum 700 til samans í øllum landinum uttan í Vága Kommunu, har 60 fleiri eru lagstir aftrat fimm tey seinastu árini, skrivar Skúlablaðið.
Einir 320 næmingar til samans ganga í skúla í Vága Kommunu. Talið er vaksið í allari oynni - eisini í Sørvági.
- Bygdirnar eru vaksnar tíggju tey seinastu árini. Miðvágur er vaksin við 150 fólkum, og Sandavágur er vaksin við 200 fólkum, og í Sørvági eru 100 fólk fleiri enn fyri 10 árum síðan. Alt síðan tunnilin kom, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóra í Vága Kommunu, við Skúlablaðið.
Meðan Vága Kommuna bíðar eftir sínum nýggja skúla á Giljanesi, hýsa fleiri bygningar teimum meira enn 300 skúlanæmingunum í kommununi.
Næmingarnir í Vága Kommunu bíða nú triðja árið upp í slag eftir sínum nýggja skúla, har 1. byggistig við 12 skúlastovum ætlandi er liðugt at fara í tann 1. oktober í 2013, skrivar Skúlablaðið.