Nógvu áskoðararnir fingu nógv fyri atgongugjaldið, tá B36 ognaði sær trý sera týdningarmikil stig og við sigrinum skapti spenning í kappingini um FM. Fimm sera góð mál, ein røð av uppløgdum og misnýttum málmøguleikum, onkuntíð væl umhugsað og hugflogsríkt spæl, høvuðleysar sendingar og dragingar og nærdystir, sum tað sang eftir í. Hetta var tað, HB og B36 høvdu at bjóða uppá, tá tey spældu fyrsta landskappingardystin í 1. deild á nýggja graslíkinum.
Lassin Isaksen gav fimm gul kort ? og hann kundi væl havt givið eitt afturat, tá Mikkjal Thomassen í fyrsta minutti taklaði Rúna Nolsøe ? og hann hevði eina ferð reyða kortið frammi. Jan Dam fekk tað, tá hann langt úti í borðinum, einar fimm metrar inni á egnari hálvu, høgdi beinini undan Jens Kristian Hansen, sum eftir HB bólttap hevði sett ferð á. Jens Kristian hevði ikki nakran upplagdan málmøguleika, men tað mundi vera ófantaliga taklingin, sum dómarin metti til útvísing.
Gylta løtan hjá
10 stríputum
Í síðsta enda var reyða kortið avgerandi fyri, at HB ikki megnaði at fáa nakað burturúr.
Ion Geolgau, sum fyri fyrstu ferð upplivdi at tapa í landskappingini, síðani hann kom til HB, kendi seg noyddan at taka Andrew av Fløtum út úr álopinum og at seta Bjarka Mohr inn í verjuna beinanvegin, Jan Dam var farin av vøllinum.
Eina langa løtu eftir útvísingina tóktist hon ikki at nerva HB. Fyrra partin av seinna umfarinum var B36 fullkomuliga á afturpartinum. Tað tóktist sum um tað vóru átta hvítir og fimtan stríputir á vøllinum. B36 menninir vóru statistar, miðvøllurin riggaði ikki, og verjan var sum ein opnahjallur.
HB kom framum 2-1, tá 59 minuttir vóru farnir. B36 royndi at fóta sær við at varðveita bóltin og spæla upp á tvørs á egnari hálvu. Jens Kristian var ikki ansin, og eingin bakkaði upp, tá hann misti eitt lítið sindur aftanfyri miðstrikuna, Allan Mørkøre, ið hesa ferð ikki var so eyðsýndur, sum hann hevur verið fyrr í ár, spældi Jens Erik Rasmussen leysan mitt fyri, og so var HB á odda, og allir dreymar hjá B36 tóktist liggja í knúsi.
At teir í árstalsfelagnum vóru skelkaðir var heilt týðuligt. Hetta var vitjunarløtan hjá HB at avgera sær til fyrimunar, men tað megnaðu teir ikki. At teir ikki gjørdu tað, hava teir skyldina av sjálvir, tí teir høvdu møguleikarnar til tað, og einki er at siga til, um serliga Súni Fríði Johannesen iðrar seg. Beint frammanundan at Jan Dam varð vístur av vøllinum javnaði hann til 1-1 við frágera góðum lobbara úr stuttari fjarstøðu, eftir at Andrew av Fløtum úr vinstru hevði spælt flatt uppá tvørs.
Í 61. minuttir ? bara tveir minuttir eftir leiðslumálið hjá HB ? var B36 verjan fullkomuliga togað sundur. Inni fyri málinum vóru tríggir menn: dómarin, Allan Mørkøre og Súni Fríði Johannesen, sum fekk sendingina úr høgru, men avgreiddi skeivu megin stólpan, tá Egin Høgnesen leyp úr málinum. Við skilaloysinum hesa løtuna hjá B36 í huga er ikki ilt at ímynda sær, hvat tað kundi enda við, um HB hevði økt til 3-1.
B36 brendi nógv
B36 vann, og teir høvdu møguleikar at vinna. Men nógv teir flestu møguleikarnar høvdu teir fyrsta hálva tíman, tá ellivu spældu ímóti ellivu. Teir løgdu fyri við sera høgari leikferð, sum HB royndi at fylgja við í. HBararnir tóktust hava størri trupulleikar av ferðini, teir gjørdu nógv mistøk, verjan var ofta útspæld, og tað er ikki komið fyri fyrr í ár, at Hans Fróði Hansen, Hans á Lag og Jan Dam hava verið so illa staddir.
B36 álopini skolaðu oman ímóti málinum hjá Kaj Leo Johannesen, sum var sannførandi, men størsta orsøkin til, at B36 fyrsta hálva tíman ikki fekk trý og kanska fýra mál, var B36 sjálvt. John Petersen, sum stóð sterkur í myndini 1. hálvleik, Jákup á Borg og Rógvi Larsen høvdu upplagdar møguleikar, sum áttu at givið mál.
Tað var ikki fyrrenn HB var komið fyri seg á miðvøllinum, at B36 setti hol á. 31 minuttir vóru farnir, tá John Petersen sera hegnisliga lobbaði upp um beinið á Kaj Leo, sum var á veg út. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti Jákup á Borg, sum ofta hevði vítt øki at spæla á í høgru, har HB verjan alla tíðina var so mikið tunn, at Jens Erik Rasmussen ofta var í støðuni hjá vinstra vongverja.
17 ára gamal
stóran týdning
At B36 kom afturíaftur síðsta stóra korterið vóru tað tvær orsøkir til. Onnur var, at tað kostaði hjá HB, at teir so leingi høvdu stríðst og verið undirmannaðir, og hin orsøkin var, at 17 ára gamli Áki Mørk varð settur inn á B36 miðvøllin, tá tað restaðu 26 minuttir. Serliga hann gjørdi sær dælt av, at eftiransingarnar vóru leysar, hann slapp sær skilagott av við bóltin, og hann hevði ein fót við í spælinum í fleiri týðandi støðum.
2-2 málið eftir 77 minuttir kom eftir uppspæl í høgru, stikning á Áka Mørk, sum var leysur mitt fyri og sekstan metrar úr málinum. Ungi maðurin sneiddi beinanvegin víðari til aftasta mann, Arnbjørn Danielsen, sum hevði sníkt seg fram og sum eingin tók sær av, og hann skoraði.
Sigursmálið eftir 89 minuttir stóðst øsing av. HBararnir vildu hava, at Bjarni Prior, sum í steðginum var komin á vøllin fyri skadda Rógva Larsen og sum so at siga einki konstruktivt hevði gjørt í álopinum, vann úti á síðulinjuni í vinstru nærdyst við Hans Fróða Hansen. Tað sá út, sum um B36 maðurin flutti HB mannin burtur við einum mjadnarsvingi, men dómarin metti ikki, at talan var um fríspark. Innleggið var flatt og lá akkurát ov langt úti til, at Kaj Leo kundi tveita seg. Verjan var tunn, og so kom Jákup á Borg við aftara stólpa og sendi upp í nettakið, sum saman við B36 spælarum og viðhaldsfólkum fór upp frá!
Fínt undirhald, vónbrot hjá HB, gleði hjá B36 og spenningurin er varðveittur.