Námsferð í undirheiminum

Frásagnirnar í savninum »Ekskursion í Underverdenen - Fortællinger frá Færøerne« hava ikki áður verið á prenti ella hava staðið í hissini blaði ella tíðarriti. Nú hevur Jógvan Isaksen savnað tær í bók og skrivað eftirmæli, har frásagnirnar verða samanbornar við skaldskapin hjá Williami Heinesen annars. Teir flestu av tekstunum eru skrivaðir í 80?unum, og tað verður ofta nortið við ellina, ið bítur. Álvara og gaman fylgjast í søgunum, deyðin, ið stendur á gáttini verður meira enn einaferð havdur á lofti, men humorin hjá høvundinum liggur á øllum.

Tittulin er læntur frá tí fyrsta tekstinum, har Føroyar verða lýstar líka frá pátrúgv um Magnus Heinason til íkomuna av nýtíðarsamfelagnum. Digteren Djurhuus er ein frágera lýsing av Janusi Djurhuus bæði sum menniskja og sum skald, og Glæde over Bellman gjøgnumgongur við fragd og stórum kunnleika epistlarnar hjá Bellmann. Vit vita frá brævaskiftinum millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, hvussu stóran týdning hetta svenska skal frá miðjari 18. øld hevði fyri føroysku høvundarnar. Greinin Johannes V. Jensen sigur frá tí, sum eyðkennir skaldskapin hjá einari av fyrimyndunum hjá Williami Heinesen.

Kongebesøget og Dronningebesøget eru skrivaðar við umleð 15 ára millumbili, men tað barokka skemtið er sær sjálvum líkt. Tá ið tú lesir hesar tekstir flennir tú neyvan bara innantanna. Í Regn og regn og atter regn sigur William frá pápa sínum, í Min oldefar frá langabbanum, »Gamla Restorff«, og í Cardiogrammatica frá einum sjúkrahúsvisti.

Seinasti teksturi, Erindringer og tanker på en regnfuld morgen mellem jul og nytår, hugleiðir um menniskjað og støðuna í heiminum beint undan tí nýggja árinum 1983. At enda skal tað nevnast, at bókin íður við myndum eftir William Heinesen.

William Heinesen: Ekskursion i Underverdenen - Fortællinger fra Færøerne. I udvalg og med efterskrift af Jógvan Isaksen. Fisker & Schou, 96 s. Myndir: William Heinesen.