Myndugleikarnir í Wales kunngjørdu í dag, at ein vanlukka í kolanáminum Gleision Colliery nærhendis býnum Pontardawe í gjár hevur kravt fýra mannalív.
Vanlukkan hendi, tá ein veggur í náminum rapaði við tí úrsliti, at vatn rann inn í námið og stongdi teir fýra menninar inni 90 metrar undir jørð. Myndugleikarnir vónaðu, at menninir kanska høvdu bjargað sær undan vatninum upp undir eitt loft, men seinnapartin varð kunngjørt, at allir fýra eru deyðir. Tríggir aðrir menn, sum vóru í náminum, sluppu við lívinum.
Teir fýra menninir, sum doyðu, vóru millum 39 og 62 ár.
David Cameron, forsætisráðharri harmaðist í dag vanlukkuna í Wales.