VIT hava nú í eina tíð hoyrt og lisið um torføru og syrgiligu støðuna hjá Strandfaraskipum Landssins. Stovnurin, sum meira enn nakar annar almennur stovnur verður brúktur í tí politiska ping-pong spælinum, stendur nú á einum álvarsligum og vandamiklum vegamóti, fyri ikki at siga gravarbakkanum. Skipini sleppa skjótt ikki at sigla longur, tí trygdin er ikki í lagi. Undantøkini hava hópað seg upp, men nú ber ikki longur til at útseta tørvandi og lívsneyðugar ábøtur og umvælingar fyri ikki at siga heilar skipaútskiftingar.
VIT minnast øll, hvussu undanfarni stjórin royndi at fáa fleiri midlar til stovnin, soleiðis at hann kundi lúka nútíðar tørv og krøv. Og nú endurtekur søgan seg og hoyra vit verandi stjóran rópa neyðarróp, men tað tykist ikki sum nakar hoyrir hann, hóast nettupp løgtingsmenn - fyri ikki at tala um landsstýrismenninar - áttu at verið tey fyrstu at innsæð, hvussu álvarslig støðan er. Kanska nettupp Strandferðslan er tann almenni stovnurin, sum allir landsins borgarar minst kunnu vera fyriuttan. Tí átti tað at verið ein sjálvfylgja, at hesin stovnurin heldur enn at verða spardur í hel fekk tær játtanir, sum eru neyðugar fyri at kunna virka bara so nøkunlunda. Herfyri bað SL um loyvi at hækka prísin á ferðaseðlum eftir at løgtingið við undirtøku úr Tinganesi hevði sýtt fyri at hækka játtanina til stovnin. Hetta var kortanei. Nú skal Smyril skjótt í dokk, og í hesum sambandi skal leigast annað skip. men heldur ikki tað eru pengar til. Vit skilja støðuna hjá bæði fyrrv. stjóra og tí verandi, sum hava havt eina nærum ómøguliga uppgávu at røkja.
TAÐ er nú uppá tíðina, at tingmenn taka seg saman og at landsstýrið heldur uppat leggja fótonglar fyri almennum stovnum, soleiðis at teir verða ambuteraðir. Her kunnu vit eisini nevna sjúkrahúsini. Tað sigur seg sjálvt, at okkurt ruggar ikki rætt, tá tingmenn fyrst nokta SL tær játtanir, sum eru neyðugar fyri at fasthalda og betra um tænastuna - fyri harnæst at krevja av sama stovni, at hann skal varðveita og betra verandi tænastustøði. Annars skilja vit ikki landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum við sínum stranga fíggjarpolitikki er við til at syndra og undirgrava okkara mest týðandi almennu stovnar. Herfyri rósti hann sær av, at landsstýrið hevði lagt eina milliard til síðis. Samtíðis hevur hann lagt kvørkratak um týðandi almennar stovnar, sum við bit og slit hava ment seg. Heldur landsstýrið fram á henda hátt tekur landsstýrið teppið undan sínum fullveldisætlanum.