Skeiva Pakkhús letur upp í næstum. Í hesum serstaka bygningi verður matstova, kaffistova og cocktail barr í niðastu hædd. Leif Sørensen er oddamaður saman við tveimum øðrum í matstovuni. Heitið er "Skeipa", og hevur kendi kokkurin áður greitt frá, at tað ikki verður "fínur matur" at fáa í matstovuni, men heldur verður matstovan fyri øll og flestu pengapungar kunnu vera við.
- Endamálið við hesari mastovuni er, at man skal hugna sær og hava tað gott, tá man fer út at eta - men tó so havi eg onkran dreym, sum eg fyri fyrst haldi fyri meg sjálvan, segði Leif Sørensen við Kringvarpið fyrr í ár
Nú nærkast so til, at matstovan letur upp. Á Facebook leita tey tí eftir starvsfólk. Við útsýni til Lágu Kai, Vágsbotn og Tinganes, fara gestirnir at kunna njóta mat og mentan í einum. Skeiva Pakkhús bjóðar ótilgjørt, søguligt umhvørvi og eina botn erliga matarskrá, siga tey á Facebook. Tí søkja tey nú ein dagligan leiðara, kokkar og arbeiðsfólk til køkin, kondittara, tænarar og barrvørar.