Í dag er 14. februar, og hetta er tíðin, tá útróðrarmenn, sum fiska við snellu, plagdu at leita sær til útróðrarbygdirnar norðanfyri. Enn er kanska heldur tíðliga at vænta sær norðhavsfisk, men vanligt var, at bátar plagdu at byrja várróðurin um 20. februar - ella um nakrar fáar dagar.
Útróðurin er ikki, sum hann var, tá hann var bestur, men havnaløgini munnu í fleiri førum vera betri, enn tey vóru tá. Vanliga leitaðu útróðrarmenn til bygdir sum Eiði og Oyndarfjørð, har havnaløgini eru góð, og har møguligt var at sleppa av við fiskin.
Í fleiri ár hava tað verið kranabilar hjá Hans Egili Joensen & Synum, sum hava hivað fiskin upp úr bátunum á Eiði og hava syrgt fyri, at fiskurin antin varð koyrdur út á gólvið á uppboðssøluni á Toftum - ella inn á virkini á Eiði.
79 ára gamli, Hans Egil Joensen á Eiði, ásannar, at sum árini eru gingin, er nógv broytt við várróðrinum við snellu. Hann minnist kvøld, tá út við 100 bátar komu aftur av Norðhavinum. Soleiðis er ikki meira, og tað eru eisini ár síðan, at nakar serligur fiskur hevur verið at fingið við snellu.
Hans Egil Joensen vísir á, at gjarna roynist onkur dagur í bestu vártíð, tá veðrið er til vildar, men sum heild hevur minni verið at fingið seinnu árini. Hóast snelluútróðurin seinnu árini ikki hevur verið tann, hann var, tá hann var bestur, so hendir av og á, at Hans Egil & Synir landa einar 30-40 bátar okkurt kvøld í vártíðini.
- Tað eru útróðrarmenn, sum altíð eru við gott mót, og hann vónar, at vártíðin hesaferð fer at roynast hjá monnum, sigur Hans Egil Joensen á Eiði.