Í Grikkalandi vórðu tveir av tingmonnunum hjá tí nýnazistiska flokkinum tiknir í gjár, tí teir eru undir illgruna fyri at hava skipað fyri ágangi ímóti innflytarum úr Pakistan.
Tingmenninir Ilias Panagiotaros og Ioannis Vouldis og ein dóttir floksformannin, Nikos Michaloliakos, vórðu tikin á eina løgreglustøð til avhoyringar. Aftaná vórðu tey latin leys.
Løgreglan sigur, at nakrir menn við hjálmi á høvdinum lupu á nakrar pakistanar, og at ein av pakistanunum mátti á sjúkrahús at fáa viðgerð. Løgreglan veit, at álopsmenninir vóru á høvuðsstøðini hjá tí nýnazistiska flokkinum beint undan álopinum.
Nýnasistiski flokkurin fekk 6,9 prosent av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum herfyri.