Bjarni Nattestad, 19 ár
Eg áni ikki nær hann er! Men tað merkir helst, at tú skalt ansa eyka væl eftir konufólkunum tá, og tey fara helst at plága teg um at keypa rósur. Hvør veit? Kanska eg fari at gera okkurt burturúr degnum í ár.
Ingun Schiller, 32 ár
Kvinnudagurin er 8. mars. Og ja, tað er gott at hava ein kvinnudag, sjálvt um tað ikki júst er tað eg gangi mest uppí. Tað eru jú rættindi, sum kvinnur hava bart fyri í fleiri ár, og ein dagur, sum kvinnur sjálvar hava tikið stig til at hava. Eg havi ongar ætlanir um at fara til nøkur tiltøk, sjálvt um eg okkurt árið havi verið til okkurt uppi í Norðurlandahúsinum.
Elisabeth Grækarisdóttir Magnussen, 21 ár
8. mars. Tað er ordiliga gott at hava ein kvinnudag, tí kvinnur hava jú verið kúgaðar í fleiri ár. Um eg fari at gera nakað veit eg ikki, men eg eri limur í Havnar Kvinnuarbeiðarafelag, og tað er eitt av mínum ískoytum til kvinnudagin.