Nær er ovboðið?

Útisetar hava nú innanfyri bert ein mánaða sæð ikki færri enn tríggjar royndir frá frelstum tjóðveldismonnum at »umvenda« danir til loysingarmenn.

Hoydalsbókin

Tann fyrsta royndin er frá sjálvum propagandaministaranum Høgna Hoydal, sum í lítlum donskum bóklingi roynir at forfalska føroyska eftirkrígssøgu. Í hesi desperatu bók leypur hann allar pínligar veruleikar og præmissur um fyri at útvega loysingarrørsluni eina betri og hampuligari fortíð.

Bókin er næstan heimsmet í manipulation, eftirrationalisering, søguligum ósannindum og grunnu, ódokumenteraðum postulatum.

Fólk skulu kortini kenna ta føroysku søguna væl fyri at varnast, hvussu hann jonglerar og fuskar við faktuellum upplýsingum. Fyri danir er hetta næstan ógjørligt, um teir ikki eru serfrøðingar. Fyri føroyingar, ið eru undir 40 ár, kann tað eisini knípa.

Tað liggur tí stórt pedagogiskt arbeiði fyri framman hjá andstøðuni í Føroyum við upplýsing um og avdúking av slíkari demagogi. Sjálvt Erlendur Patursson hevði ikki hættað sær at verið so primitivur í síni søguskriving, og hann var annars ikki blúgvur.


Læntar fjaðrar

Onnur royndin er ein fantastiskur kronikkur hjá pápabeiggja Høgna, harra Gunnari Hoyal, har hann stórt sæð fortelur, at loysingarmenn altíð hava elskað Danmark og dyrkað danska mentan, sungið danskar sangir v.m.

Hetta var fyri flestu útisetar vamlisligur lesnaður. Tí øll vita, at júst hesin sami Hoydal saman við kommunistinum Arne Skovhus var við til at skriva eitt hitt fúlasta álop, ið nakrantíð er gjørt á danir og Danmark í lættisoppasjónleikinum Færinger frænder fyrst í 70-árunum. Og tey positivu argument, hann nú brúkar um danir, eru júst tey, sum bæði hann, beiggi hansara og aðrir tjóðveldismenn østu seg upp ímóti, tá ið javnaðarmenn brúktu tey. Nú kunnu tey knappliga brúkast í taktiskum spæli at blíðka donsku opiniónina og skapa ta vælvild, sum tað hjálparleysa landsstýrið hevur forkomið við sínum ússaligu samráðingarevnum. Hetta er sanniliga at pynta tjóðveldisskortin við læntum fjaðrum. Annars er kronikkurin eisini fyltur við leysum søgum og hálvum sannindum, sum einhvør sjálvur kann sannføra seg um. (Politiken 6/4-2000).


Privatir tvangstankar

um identitetsloysi

Triðja royndin er eitt telefon-interview við tann æstetiskt-hugaða poetin, harra Jóannes Nielsen, har hesin eisini skal royna at neyðtaka donsku lesarafjøldina við sínum heilt privatu problemum, sum hann projicerar upp til at vera national álvarsmál. Til dømis gremur hann seg um, at hann altíð hevur havt undirlutakenslu og identitetsproblem sum føroyingur. Tað er kanska soleiðis, og so er tað synd í honum, men hann leggur afturat, at allir føroyingar hava tað sum hann ? teir eru fullir av religiøsari og nationalari undirlutakenslu! ? Hvat billar hetta skaldið sær inni? Eingin sambandsmaður, heldur eingin javnaðarmaður og fáir sjálvstýrismenn hava nakrantíð havt hesi heilt serligu kompleks yvir fyri dønum, sum tjóðveldismenn eru so plágaðir av, og tað er kanska her øll forkláringin liggur.


Naivi populisturin vorðin kyniskur demagogur

Tað er hetta privata identitetsproblemið hjá summum føroyingum, sum skal noyða eina heila tjóð til kollektivt sjálvmorð. Og tá ið tað ikki eydnast at forføra føroysku veljarafjøldina, so skal nú tann danska opiniónin takast á bóli, soleiðis at danir møðast av okkum. Tí høvuðkambarnir skulu kroysta sítt ígjøgnum! Maktgirnd er altíð hættislig, men tá ið hon finst hjá fundamentalisti kann hon verða katastrofal. Høgnamenn hava sæð skriftina á vegginum: Tað ússaliga, slitna eystureuropeiska Skoda-vrakið, teir hava roynt at selt føroyingum, sum um tað var ein spildurnýggjur Mercedes, er avdúkað og longu farið at spríkja út gjøgnum sminku, plastikk og klombrutar ábøtur. Fólk hava ikki álit á slíkum sølumanni, sjálvt um hann sleppur at reklamera fyri almennan pening á internótini og á teldusíðu landsins. Maktmisbrúkið í Tinganesi er við at vera fólki ovboðið. Tí noyðast loysingarmenn nú at flyta fjølmiðla-propaganduna niður til Danmarkar.

Men vit eru nógv, ið eru til reiðar at lofta teimum!


Virgar T. Dalsgaard,  

emigrantur