Hondbóltur
Eftir eitt ára barnsburðarfarloyvi er Ioana Rápa aftur til reiðar at seta sín dám á føroyskan kvinnuhondbólt. Hetta staðfesti stóri rumenin, tá hon saman við liðfeløgunum úr VÍF tók ímóti Søljuni í fyrsta landskappingardystinum.
Vestmenningar vóru kanska nakað skerdar, tí tær báðar nýggju útlendsku leikararnir enn ikki eru komnar til landið, men hetta tóktist so ikki at bila tað stóra móti uppflytarunum.
Eftir eina heldur tama byrjan setti VÍF og serliga Ioana seg á dystin, og so fingu tær úr Søljuni ikki gjørt stórt annað enn at hyggja, meðan skotini fóru dundrandi inn ímóti málinum. Og tá gestirnir so heldur ikki megnaðu at svara aftur, so skuldi munurin gerast stórur. Bara tvær ferðir funnu tær fram til meskarnar fyri steðgin, og tó at hetta batnaði eftir steðgin, so vóru tær ongan tíð í nær námind at skapa nakað av spenningi í dystinum.
Fyri VÍF var talan nokk ikki um truplasta dystin á árinum, men hóast tað, so mundi tað kennast fløvandi, at liðið megnaði at vinna somikið trygt, hóast nýggju leikararnir ikki eru komnar. At Ioana eisini er um at finna rætta formin aftur, man eisini vera nakað, sum kann lyfta hondbóltsfepurin í bygdini nøkur stig, eins og tað fyri venjaran var hugagott at síggja fleiri av ungu leikarunum sleppa at royna seg.
Hjá Søluni var talan hinvegin um eina staðfesting av, at árið í ár verður sera trupult hjá teimum. Fyrst og fremst er neyðugt hjá leikarunum at venja seg við ferðina, sum er nakað hægri í bestu enn í næstbestu deildini. Og hon verður neyvan minni, tá Søljan skal spæla næstu ferð. Hetta verður annað vikuskifti, tá tað er VB sum er mótstøðuliðið, og tað tykist í øllum førum verða ein uppgáva av tí heilt torføra slagnum.
Dysturin í tølum
VÍF-Søljan 21-13 (10-2):
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 12(3), Fríða Marjunardóttir 2, Eyðritt Andreasen 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 2, Eydna Joensen 2, Alis Høghamar 1(1)
Søljan: Nicoleta Radu 4, Arnleyg Haraldsen 4(1), Heidi Haraldsen 2, Jana Jakobsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Maria Akselsen 1(1)
Brotskøst: VÍF 7, Søljan 6
Útvísingar: VÍF 2, Søljan 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum