Nær skal ferð setast á Føroyar aftur?

Vit mugu øll akta landsstýrið. Men hvør er ætlanin? Hvussu og nær skulu búskapur og arbeiðspláss bjargast, samstundis sum vit stríðast móti corona?

Tað er fyri neyðini, at landsstýrið ikki fall fyri freistingini at isolera fólk við lóg. Vit mugu royna at halda okkum til álit heldur hóttanir um revsing.

Men fyri tað mugu kommandolinjurnar vera greiðar, nú ein epidemi herjar. Myndugleikarnir ráða, og teimum mugu vit øll fylgja. Fara fólk at gera egnar reglur, endar alt í kaos.

Hevur landsstýrið ikki stuðul millum fólk, verður kortini ringt at fáa tey at hava álit á landsstýrinum og fylgja tí. Tí mugu fólk trúgva uppá stragiina, og vit mugu hava eitt opið kjak um, hví og um vit gera tað rætta.

Hvussu gagnligt tað er, sóu vit, tá corona-tiltøkini blivu sett í verk á grækarismessu. Tá boðaði landsstýrið frá, at einki bleiv gjørt við flogferðsluna. Hetta skapti nógv kjak. Fólk funnu seg ikki í, at tey skuldu broyta alla sína atferð, samstundis sum flogvøllurin stóð víðopin.

Tað gjørdi mun. Tveir dagar seinni steðgaði øll óneyðug ferðsla, og landsstýrið vann fólksins álit aftur.

 

Nógv eiga æruna

Síðani hevur alt hepnast sera væl, og hóast 10 nýggir tilburðir vóru staðfestir í gjár, eru Føroyar væl fyri, samanborið við onnur lond.

At støðan er góð er ikki minst takkað verið Debesi Christiansen og øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tey hava verið ótrúliga framskygd og dugnalig til at nýta royndirnar frá at kanna laks fyri ILA-virus til nú at kanna menniskju fyri corona-virus. Úrslitið er, at vit ikki bara kunnu taka nógv fleiri royndir enn flest onnur lond, men eisini fáa úrslitini nógv fyrr. Tí hava vit sera gott yvirlit yvir smittuna.

Bakkafrost og restin av alivinnuni hava í góðari tíð tikið neyðug stig, soleiðis at tann fyri Føroyar so púra avgerandi framleiðslan kann halda fram. Tað sama hava byggifyritøkur, matvøruhandlar og onnur. Hetta hevur gjørt, at búskaparligu høvuðsmotorarnir framvegis eru í gongd.

Heilsumyndugleikarnir hava verið nærlagdir í sínum arbeiði við bæði at kanna fólk, og finna fram til tey, sum kunnu vera smittað og seta tey í sóttarhald.

Og so hava vanligir føroyingar akta boðini frá myndugleikunum - tí teir hava havt álit á, at myndugleikarnir gera tað rætta.

Hetta hevur alt gjørt, at føroyska corona-operatiónin tykist eydnast.

Takið hjá okkum nú er at syrgja fyri, at alt føroyska samfelagið ikki verður búskaparliga sjúkt. Og tá er umráðandi, at vit taka støði í okkara egna veruleika.

 

Djevulsk tvístøða

Í Bretlandi hevur Boris Johnson sett ekstrem tiltøk í verk. Mann kann rætt og slætt revsast, um mann er saman við meira enn einum fólki, sum ikki hoyrir til húskið. Tað er eitt óhoyrt inntriv í persónliga frælsið, men tað er helst neyðugt, tí bretar vóru alt ov seinir við atgerðum, og hava kannað fá. Eingin veit hvussu mong eru smittað, men tey kunnu saktans vera fleiri enn 100.000.

Bretski búskapurin er veruliga hóttur av hesum. Tað sama eru aðrir búskapir. Tað hevur sett bæði Johnson og aðrar stjórnarleiðarar í eina djevulska tvístøðu: Skulu teir steingja landið fyri at steðga smittuni og bjarga mannalívum her og nú - ella skulu teir bjarga búskapinum. Og eitt vita teir: Kollapsar búskapurin, so kostar tað mannalív kortini.

Tí valdi Trump eina aðra kós enn Johnson, tá hann í fyrradagin segði, at "tiltøkini skulu ikki gera størri skaða enn sjálv sjúkan." Í Fraklandi hevur Macron sagt nakað tað sama.

 

Heysta egnar fruktir

Vit standa ikki í hesi tvístøðu.

Við 2667 kannaðum, 132 smittaðum, tveimum innløgdum og ongum deyðum bendir alt á, at vit hava tamarhald á sjúkuni.

Tí er viðkomandi at spyrja, um vit ikki kunnu leggja eina aðra strategi, um góðu tølini verða staðfest komandi dagarnar. Tí so er okkara støða er jú ikki hættislig. Og tað gevur ikki meining at viðgera ein persón fyri krabbamein, um hann hevur tannapínu.

Vit vita, at corona-smittan er óskaðilig fyri næstan øll. Og vit vita eisini, júst hvørji kunnu gerast illa sjúk av henni.

Flogferðslan má sjálvandi vera skerd. Men kunnu vit ikki skjótt fara frá at isolera øll, til bara at isolera tey, sum kunnu blíva álvarsliga sjúk av smittuni, og tey, sum eru um hesi fólk?

Um hetta ber til, kunnu vit bæði bjarga teimum, sum eru í vanda, og forða fyri, at skaðin á búskapin verður alt ov stórur.

Henda strategi er ógjørlig í teimum londum, har mann ikki veit, hvør og hvussu nógv eru smittað. Men tað vita vit.

Vit kunnu, sutt sagt, heysta fruktirnar av tí góða arbeiðinum, sum er gjørt.

 

Hvør er leiðin?

Summum avleiðingum slepst ikki undan. Fyritøkur hava longu mist nógv, sum tær aldrin fáa aftur. Summarið sær eisini myrkt út hjá mongum, tí støðan í Europa ávirkar sjálvandi okkum beinleiðis.

Men kanska kunnu vit avmarka skaðan. Kanska kunnu vit forða húsagangum. Kanska kunnu vit bjarga nógvum familjum undan arbeiðsloysi - samstundis sum vit forða fyri, at smittan kostar lív.

Fyrr ella seinni mugu vit seta ferðina á Føroyum upp aftur. Annars fer alt í knús. Skulu vit ikki skjótt umhugsa, nær og hvussu vit skulu gera tað? Skulu vit ikki royna at gagnnýta okkara góðu støðu?

Og um vit ikki skulu tað, hvør er so ætlanin? Hvørji eru kriteriini hjá landsstýrinum? Um vit framvegis finna smittað fólk eftir páskir, skulu innlendis tiltøkini so halda fram? Hetta mugu fólk fáa svar uppá.

Sum sagt: Vit mugu øll fylgja tí, myndugleikarnir siga. Men júst tí mugu vit fáa at vita, hvat tað er fyri strategi, vit eru partur av. Vit mugu vita, hvat myndugleikarnir ætla.