­ Nær sleppa vit í gongd

Tey lítlu, kviku beinini við teim smáu gaggunum høvdu torført við at binda frið. Tað gekk heldur ikki long løta, so kom røringur í á graslíkinum í Klaksvík, í Vági, í Havn og á Toftum. Kynstrini hjá Zidane, Figo og hvat teir nú eita skuldu roynast

Ein etur ofta skerpikjøt upp á breyð og er tískil stórur og sterkur. Men hesin hevur ikki so góð evnir. Ein annar er vanur við nøtte ella sjokulátu, hevur ein nógv minni kropp, men hevur so væl signað góð evnir, at hann altíð sleppur undan takklingum. Ein triði hevur ikki so gott tamarhald á beinunum og bóltrætninginum.

Tann í Manchester United búna líkist Kára Reynheim og hevur serligan hug at hava bóltin fyri seg sjálvan. Ein annar hevur spælistílin hjá Jóannes Jakobsen og roynir við longum sendingum. Allir royna sum frægast og stríðast fyri lívinum. Fótbóltsskúlin er byrjaður


Kanska tveir skúlar

Teir smáu fótbóltsleikararnir, ið farna vikuskifti luttóku á Føroya Fótbóltsskúla, gjørdu sítt ítarsta. Og tað sama gjørdu venjararnir.

Ein teirra, ið hevur verið venjari nøkur ár, og sum seinastu árini meira hevur fingist við samskipan av tiltakinum, er Petur Simonsen. Vit hava spurt hann, hvønn týdning ein slíkur skúli hevur.

­ Upprunaliga var ætlanin við slíkum skúla, at aktivera fleiri

børn og soleiðis skapa størri áhuga fyri fótbóltsspælinum. Í dag haldi eg ikki, at hetta hevur so stóran týdning. Dentur verður meira lagdur á sjálvt fótbóltsspælið, har leikararnir kunnu mennast bæði tekniskt og taktiskt. Fótbóltsskúlin er meira ein serskúli í dag.

Petur Simonsen sigur víðari, at fótbóltsskúlin í dag kortini ikki samlar so nógvar av teimum heilt góðu dreingjunum, ið dagliga leika á bestu liðunum í feløgunum.

­ Sjálvandi eru nakrir, men teir, ið ikki gera so nógv við regluliga venjing í feløgunum, eru betri umboðaðir. Hetta eru dreingir, ið síggja tað stuttliga við at møtast og hugna sær saman við jamaldrum, sigur Petur.

Hann heldur, at tíðin nærkast, tá FSF kanska skuldi havt tveir skúlar.

­ Vit mugu alla tíðina laga skúlan eftir tíðini. Fyri at røkka bæði breiddini og elituni, skuldu kanska tveir skúlar verið. Ein, har dentur varð lagdur á samveru og tað sosiala, meðan hin skuldi verið meira ambitiøsur, sigur Petur.

­ Ein skúli fyri elituna vildi sjálvandi kravt nógvar broytingar í mun til verandi skúla, bæði viðvíkjandi innihaldi, uppleggi, upptøku til skúlan og nógv, nógv annað.

Tað er heldur ikki vist, at verandi skipan, har skúlarnir eru á ymsum støðum kring landið, er tann rætta.

­ Fyrr samlaðust leikarar úr øllum landinum í Havn, meðan í dag kanska tú einans møtir teimum, tú kennir frá nærumhvørvinum. Spurningurin er, um ein slíkur skúli ikki líkist ov nógv einum vanligum venjingarkvøldi, sigur Petur Simonsen.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.

- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.

- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:

-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.

Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.

Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.