Fyrstu ferð hann stillaði upp á býráðsvali, vann hann á einum tí mest roynda politikaranum í býráðnum.
30 ára gamli Kristian Eli Zachariasen er nýggja stjørnuskotið í lokalpolitikkinum í Klaksvík, og nú ætlar hann at tryggja sær ávirkan í býráðsarbeiðnum.
? Tað fyrsta, eg skal arbeiða við næstu dagarnar, er, at eg ikki endi í minnilutan. Aftan á tað ber til at fara í holt við tað, sum eg havi ført fram í valstríðnum, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Hann tók seg fram um Karl Hera Joensen, sum eisini hevði framgongd í atkvøðutalinum á valinum hesaferð. Endin var, at tríggjar atkvøður vóru á muni millum teir báðar.
Hugaður at halda fram
Seinastu fýra árini hava Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verið í meiriluta, og møguleiki er fyri, at hesir flokkar halda fram við samstarvinum.
Í øllum førum høvdu teir avtalað, at teir seinnapartin mikudagin skulu hittast at tosa um framtíðar samstarv.
? Allir flokkarnir, sum hava verið við í meirilutan, høvdu framgongd á valinum hesaferð, og tað má vera ein álitisváttan til samstarvið. Tí haldi eg, at tað er ein góður møguleiki fyri, at vit kunnu halda fram, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Veljarar í ymiskum aldri
Kristian Eli Zachariasen stillaði fyrstu ferð upp á løgtingsvalinum seinast, og tá fekk hann fleiri enn 70 atkvøður.
Nú valdi hann so at royna seg í kommunalpolitikki eisini, og hann varð valdur í fyrstu royndini ? við 93 atkvøðum.
? Eg havi havt góð fólk rundan um meg, sum hava hjálpt mær við valstríðnum. Eg havi helst fingið nógvar atkvøður frá ungum fólki, men eg havi eina hóming av, at veljararnir hjá mær eru í ymiskum aldri, sigur hann.
? Í øllum førum eru tað fleiri fólk, sum eg als ikki kenni, sum er komin til mín og hava sagt, at tey hava stemmað fyri mær. Kanska hevur okkurt av tí, sum eg havi ført fram í valstríðnum, gjørt mun.