Marjus Dam,
løgtingsmaður
???????????????
Løgtingið samtykti, at nýggj Sandoyarferja skuldi byggjast ? fyri at SIGLA til Sandoynna.
Sera beiskt man vera hjá mongum sandoyingi at síggja, hvussu oyggin verður vanrøkt. Eitt skip, ið siglir seinni enn Tróndur, røkir nú hesa farleiðina. Orsøkin er tann einfalda, at loysingarministararnir við løgmanni á odda ikki megna at gera eina einastu avtalu við nakað manningarfelag. Vit vóru fleiri, ið óttaðust, at Teistin kom at verða næsti Brimil. Tíverri fingu vit rætt. Orsøkin er, at peningur skal samlast til loysingina.
Hetta vanlukkumál ger somuleiðis, at tingmennirnir í oynni, ið bæði eiga løgmann og fíggjarmálaráðharra kunnu tykjast at hava fingið munnkurv.
Tí teimum hoyrist púrt onki frá.
Nokti SAM keipláss í Skopun!
Eftir míni hugsan eiga tit at nokta at SAM keipláss í Skopun frá 10 juni.
Tað vil leggja eitt trýst á landsstýrið, soleiðis at ein loysn verður funnin.
Um Landstýrið ikki megnar at fá eina loysn á hesum máli, so eigur tað at fáa fylgjur fyri avvarðandi landstýrismann/menn.
Tí Teistin skal í sigling ? NÚ ? BEINANVEGIN.
Men heldur ikki hetta einfalda mál tykjast teir førir at finna eina loysn á ? eins og á so mongum øðrum økjum. Hví royna teir ikki at loysa tey einføldu málini. Tí tey stóru megna teir so ikki at loysa. Har eru teir dumpaðir.