Nær við og t

Sumba-NSÍ 1-0 (0-0)

Runavíkingar hildu málið reint í 85 minuttir, men sumbingar áttu tó sigurin uppibornan

 

2. deild


Runavíkingar taldist millum liðini í aðru deild, sum fingu eina óvæntaða góða byrjan upp á kappingarárið.

Eitt skifti vóru teir eisini heilt frammi í oddinum, har tosið skjótt fór at snúgva seg um heiðursmerki, men síðani hevur bara gingið eina leið.


Málið restaði

Leygardagin vitjaðu teir í Sumba, og tað vóru helst ikki tær stóru vónirnar, sum gestirnir høvdu til dystin. Manningin var sum so einki serlig. Partvíst tí fólk er farið upp í fyrstu deildarhópin, og partvíst tí tað bara er ein sannroynd, at næst bestu liðini hjá stóru feløgunum aloftast hava trupulleikar við at savna nóg nógv fólk til ferðirnar til suðuroynna.

Tað var eisini Sumba, sum sat á dystinum frá fyrsta bríksli. Við ágangandi spæli søktu teir oman móti runavíks málinum, men so komu teir bara ikki longur.

Royndirnar trutu annars ikki, men aloftast vóru hesar ov óneyvar, ella var væl leikandi málverjin hjá runavíkingum fyri.


Nærkast botninum

Tað var nærum líkt til, at sumbingar aftur máttu sláa seg til tols við einum hálv vánaligum úrsliti, men fimm minuttir undan leikloki bragdaði, og sum ikki eina ferð var tað Nikola Biberdzic, sum var maðurin á staðnum.

Uppflyting kunnu sumbingar eftir øllum at døma gloyma alt um í ár, men málið hjá Baja tryggjaði so í øllum førum, at fjarstøðan til botnin gjørdist eitt sindur størri, enn hon hevur verið.

Hiá runavíkingum, er hinvegin av álvara farið at sansa at í botninum, har tað nú bert eru trý stig niður til KÍ, sum er á næst aftasta sessinum.


Dumba-NSÍ 1-0 (0-0)

1-0: Nicola Biberdzic