Fiskivinna
28. februar í ár vóru tvey ár liðin, síðan risatrolarin, Næraberg, kastaði fyrstu ferð. Síðan hendan dagin, hevur skipið verið eitt frálíkt høvi hjá ungfólki, sum hava hug at søkja sjógvin, at sleppa til skips.
Fíggjarliga hevur hetta verið ein tung tíð hjá skipinum, men við góðum samstarvi millum føroyingar og norðmenn og við ágrýtnum fólki á brúnni, dekkinum og á verksmiðjuni hevur higartil eydnast at hava skipið siglandi.
Eingin ES-kvota
Tað var ein smeitur, at føroysk skip ikki sluppu í ES-sjógv at royna fyrst í hesum árinum, men kortini var tað eitt plástur á sárið, at fiskiskapurin í altjóða sjógvi royndist rímiliga væl í februar og mars. Veðrið var ólagaligt fyrst í árinum, og tað tarnaði fiskiskapinum í altjóða sjógvi.
Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár, segði Mannbjørn í Grund, sum hevur verið við Nærabergi síðan í mai 2000, at tað kom ógvuliga dátt við, at skipið ikki slapp í ES-sjógv at royna í februar, mars og apíl, tí hetta plaga at vera teir bestu mánaðirnir av árinum.
Hesar mánaðirnar í fjør hevði skipið góðan fiskiskap í ES-sjógvi. Teir gjørdu tríggjar góðar túrar uppá ein mánaða hvør og høvdu fullar tangar, 770 tons av surimi, hvønn túrin. Seinasti túrurin av hesum trimum endaði í føroyskum sjógvi. Teir kastaðu í føroyskum sjógvi, 12. apríl og fingu nógvan svartkjaft.
- Vit høvdu vónað at fingið uppaftur meira burtur úr í ES-sjógvi í ár enn í
fjør, tí surimi-framleiðslan umborð gongur nógv betri nú, eftir at broytingar eru gjørdar, og royndirnar við framleiðsluni eru fleiri. Tað var nú, vit roknaðu við einum gjøgnumbroti, og tað var nú, vit roknaðu við, at yvirskotið skuldi koma, segði Mannbjørn.
Við lækkandi oljuprísum og betri prísum á surimi vóru vónirnar hampiliga góðar fyrst í hesum árinum ? ja, vónir vóru enntá um eitt hampiliga gott yvirskot við sama fiskiskapi í ár sum í fjør.
Japanesarar, sum keypa surimi-framleiðsluna hjá Nærabergi, eru við tíðini vorðnir meira kendir við hesa framleiðslu, tí frammunan var surimi úr svartkjafti at kalla nýtt í teirra verð. Nú hava japs?arnir álit á, at Næraberg kann levera eina dygdarvøru og ikki minst, at hon kemur regluliga.
Við teimum broytingum, sum eru gjørdar á verksmiðjuni, er dygdin á surimi eisini vorðin betur, og framleiðslan hvørt samdøgur er økt.
Inni og bunkraði
Síðsta fríggjadag var Næraberg inni og bunkraði olju, og teir fóru longu avstað aftur beint eftir middag dagin eftir.
Manningin mynstraði ikki av, tí hetta var framhald av túrinum, sum byrjaði fyri nøkrum vikum síðan.
Enn hevur skipið nakað av svartkjaftakvotu eftir í føroyskum sjógvi.
Veðrið var gott leygardagin, tá ið teir loystu, men skjótt øtlaði hann, og seinastu dagarnar hevur veðurlagið verið heldur vánaligt.
Við Nærabergi eru umleið 80 fólk, harav eini 26-28 konufólk.
Skipari hendan túrin er Andor Isaksen.