Mikudagin fór trolarin Næraberg aftur til fiskiskap. Hann fer at royna eftir svartkjafti í føroyskum og íslendskum sjógvi.
Næraberg hevur seinastu tíðina verið til umvælingar í Noregi, og tað arbeiðið varð seinkað einar tríggjar vikur. Ætlanin var, at Næraberg skuldi koma aftur í oktober mánaði, men tað helt ikki.
Í Noregi er ymiskt arbeiðið gjørt við á fabrikkini, sum er munandi broytt. Málið við umvælingunum er, at meira skal fáast burtur úr fiskinum.
73 fólk eru við Næraberg, nú hann er farin avstað. Av teimum eru 13 konufólk. Skipari er Ólavur Biskopstø